6955.23 - Ítróttur sum undirvísingarfak II - Svimjilæraraskeiðið


Skeiðsnummar
6955.23
Heiti
Ítróttur sum undirvísingarfak II - Svimjilæraraskeiðið
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við svimjilæraraskeiðnum er, at tann lesandi ognar sær førleikar at undirvísa í svimjing í skúlahøpi til at menna svimjiføri og sjálvbjargni hjá børnum í vatni og á sjógvi. Tann lesandi skal eisini menna sín lívbjargingakunnleika og kunna veita lívbjargandi fyrstuhjálp.
Innihald
Skeiðið fevnir um trý høvuðsevni: - Lívbjargingarroynd - Svimjilæra - Starvsvenjing í svimjing
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin er fjølbroytt. Undirvíst verður bæði í vanligum flokshøli, í svimjihøll, í vøtnum og á sjógvi. Starvsvenjing er partur av undirvísingini.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at - lýsa didaktiskar grundreglur fyri, hvussu svimjiundirvísing í skúlanum á tryggan og kveikjandi hátt kann menna svimjiføri og sjálvbjargni hjá børnum í vatni og á sjónum. - leggja til rættis og vísa fram eina ætlan fyri, hvussu ein svimjitími kann verða skipaður við støði í ávísum evnum/førleikamálum í námsætlan fólkaskúlans. - taka støðu til og vísa fjølbroytta lærutilgongd og skipa tryggar og mennandi undirvísingargongdir í svimjihøll og úti í vatni og á sjógvi. - fyribyrgja vanda, at lívbjarga neyðstaddum svimjara og at veita neyðuga fyrstuhjálp í svimjihøll og aðrastaðnis sambært galdandi trygdarreglum. - skapa eina næmingalagaða svimjiundirvísing, sum leggur upp fyri førleikunum hjá einstaka næminginum - eisini næmingum, sum hava serligar avbjóðingar og næmingum, ið hava serligt hegni. - eftirmeta, hugleiða, kjaka og tillaga undirvísingargongdir í svimjiundirvísing í einum heildarsjónarmiði millum ástøði og praksis.
Próvtøkuháttur
Próvmetingin er sett saman av verkligum royndum, starvsvenjing og einari skrivligari uppgávu. 1. Tann lesandi skal standa lívbjargingarroyndina 2. Í starvsvenjingini skal tann lesandi fyrireika, undirvísa, eygleiða og eftirmeta svimjiundirvísing í fólkaskúlanum (og/ella í frískúlum). 3. Í skrivligu uppgávuni lýsir tann lesandi ætlan, framferð, eygleiðing og eftirmeting av starvsvenjingini, og vísir tilætlaða lærutilgond grundað á didaktist ástøði í svimjiundirvísing. (Próvtøkuuppgávan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður veittur við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Helgi Winther Olsen