6957.23 - Ítróttur sum undirvískingarfak IV - Ítróttur og Venjingarlæra


Skeiðsnummar
6957.23
Heiti
Ítróttur sum undirvískingarfak IV - Ítróttur og Venjingarlæra
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tann lesandi við støði í venjingarlæru í ítrótti og ítróttadidaktiskum meginreglum megnar at skipa og tillaga samanhangandi og stigvísar undirvísingargongdir, ið snúgva seg um ávís og viðkomandi undirvísingarevni í ítrótti. Støði verður tikið í námsætlan fólkaskúlans innan kjarnuøkini fimleik, frælsan ítrótt, útilív, bóltspøl, rútmu og ískoytisøki.
Innihald
Skeiðið byggir víðari á Skeið I og fevnir um tvey høuðsevni: Venjingarlæra í arbeiðsfysiologi, anatomi, styrkivenjing, úthaldnisvenjing, teknikkvenjing v.m. Ítróttaundirvísing í verki við støði í námsætlan fólkaskúlans
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, gestafyrilestrar, bólkaarbeiði, framløgur, kjak, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur. Í verki verða venjingar, fyrireikingar, framvísingar, undirvísingar, tillagingar, vitjanir uttanfyri húsið v.m.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at lýsa grundleggjandi venjingarlæru í ítrótti leggja til rættis og framvísa eina ætlan fyri hvussu ein undirvísingargongd í ítrótti kann verða skipað við atliti til stigvísari menning hjá bæði einstaka næminginum í flokkinum og hjá flokkinum sum heild tillaga og menna rørsluaktivitetir við støði í vejingarlæru og samanhangandi tíðarás um ávíst evni vísa átøk í undirvísingini, ið menna fatan av, skil fyri og tilvitan um ítrótt og venjingarlæru hjá næminginum skapa eitt næmingalagað undirvísingartilboð í ítrótti, sum leggur upp fyri menning hjá einstaka næminginum á tí førleikastigi hann er, eisini um tað eru næmingar við serligum avbjóðingum ella serligum hegni reflektera, diskutera, eftirmeta og tillaga lærugongdir í ítrótti í einum heildarsjónarmiði millum ástøði og verki
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er bæði verklig og ástøðilig, har tey lesandi í verkliga partinum í skeiðnum skipa eina undirvísingargongd og undirvísa og í skrivligari uppgávu lýsa og viðgera undirvísingingargongdina við støði í ástøðiliga innihaldinum í skeiðnum. Próvtøkan verður neyvari lýst í sjálvstøðugum skjali. Lesandi kunnu arbeiða sjálvstøðugt ella í tveymansbólkum. Metingin er einstaklingabundin.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður veittur við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Helgi Winther Olsen