7048.21 - Undirvísing og læring II – Floksleiðsla og mál- og lesimenning


Skeiðsnummar
7048.21
Heiti
Undirvísing og læring II – Floksleiðsla og mál- og lesimenning
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið er í tveimum pørtum. Fyrra endamálið er at gera tann lesandi kunnugan við ymiskar møguleikar at fyrireika undirvísing. Tann lesandi skal fáa fatan av týdningum av floksleiðslu, og hvussu hann kann arbeiða við floksleiðslu í verki. Seinna endamálið er at geva tí lesandi kunnleika um mál- og lesimenning og innlit í týdningin, ið mál hevur fyri lesimenningina hjá barninum.
Innihald
Fyrri partur snýr seg um: - Floksleiðsla - Fyrireikingarmyndlar - Starvslæran Seinni partur snýr seg um: - Máltøka og málmenning - Málslig menning sum grundarlag undir lesiførleikum - Lesing, lesivanar og førleikar - At kunna seg um føroyskt tilfar
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, evnisarbeiði, fjarundirvísing, kjak, arbeiði við útvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at - greiða frá um floksleiðslu og lýsa, hví tað er týdningarmikið at arbeiða við floksleiðslu. - hugleiða um fyrireikingarmyndlar og greiða frá um týdningin av fyrireikingarmyndlum í undirvísingini - meta um sín egna læraraleiklut við støði í starvslæruni og greiða frá og lýsa, hvørjar avbjóðingar kunnu vera í floksleiðsluni. - lýsa grundleggjandi tættir í máltøku hjá børnum - greiða frá týdninginum málsliga menningin hevur fyri lesimenning - greiða frá hugtøkum innan lesitilognan og byrjanarlesing - lýsa og meta um tilfar sum verður brúkt í tí føroyska læruumhvørvinum.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er í tveimum pørtum. Eftir starvslæruna skulu tey lesandi skriva eina starvslærufrágreiðing, ið skal leggjast fram munnliga. Møti- og luttøkuskylda er til seinna partin av skeiðnum. Um lesandi ikki røkja hesa skyldu skulu tey lata inn skrivliga uppgávu, og endurpróvtøka er sami háttur. Tey, ið ikki standa royndina, fara til endurpróvtøku eftir summarsteðgin 2022. Í sambandi við endurpróvtøkuna hevur tann lesandi rætt til eina munnliga vegleiðing.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tit fáa fullfiggjaðan lestrarlista, áðrenn skeiðið byrjar
Ábyrgd
Rúna í Skála