7801.22 - BEd. ritgerð - læraraútbúgvingin


Skeiðsnummar
7801.22
Heiti
BEd. ritgerð - læraraútbúgvingin
ECTS
15
Fortreytir
Áðrenn lesandi sleppa upp til próvtøku í BEd. ritgerðini, skulu tey hava staðið allar ásettar próvtøkur á læraraútbúgvingini
Endamál
Endamálið við ritgerðini er, at lesandi seta seg inn í praktisku, fakligu, námsfrøðiligu og didaktisku avbjóðingarnar í lærarayrkinum. Lesandi skulu viðgera viðkomandi spurningar í lærarastarvinum, har ið tey samantvinna vísindaligt ástøði og háttalag við egnar royndir.
Innihald
Ritgerðin verður skipað kring ein spurdóm. Spurdómurin skal grundast í undirvísingarfakligum og/ella námsfrøðiligum avbjóðingum, sum eru týðandi fyri skúlans virksemi. Tann lesandi orðar sín spurdóm í samráð við vegleiðaran.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing: • 3 tímar til ein lesandi • 4 tímar til ein bólk á tvey lesandi • 5 tímar til ein bólk á trý lesandi
Læruúrtøka
Vitan: Í ritgerðini skulu tey lesandi vísa, at tey megna at • greiða frá og viðgera grundleggjandi vísindaligar fatanir og knýta tær at skúla- og undirvísingarspurningum • grundgeva fyri úrvaldum háttaløgum, sum eru viðkomandi, tá ið granskað verður í skúlans virksemi • greiða frá og viðgera týðandi praktiskar, fakligar, námsfrøðiligar og didaktiskar avbjóðingar í skúlanum • greiða frá og kjakast sum spurdómsevnið Førleikar: Í ritgerðini skulu tey lesandi vísa, at tey megna at • savna empiri við støði í spurdóminum og fakliga evninum • nýta ástøði og háttaløg í síni viðgerð av spurdóminum • greina viðkomandi granskingarúrslit við kritiskum eyga og meta um, hvønn týdning granskingarúrslitið hevur fyri læruumstøður næmingsins • taka støðu til undirvísingar- og menningarætlanir og meta um, hvussu hesar roynast í verki Almennir førleikar: Í ritgerðini skulu tey lesandi vísa, at tey megna at • skriva ein akademsikan tekst • miðla og kjakast um eitt samansett fakligt evni • meta um, hvørji etisk atlit skulu takast í skúla- og undirvísingargransking
Próvtøkuháttur
Ritgerðin er eitt skrivligt avrik, ið verður vart munnliga. BEd. ritgerðin kann verða skrivað einsæris ella í bólki við í mesta lagi trimum lesandi. Ritgerðin endar við eini einsæris munnligari próvtøku, sum hevur sítt støði skrivaðu ritgerðini. Próvtøkan og onnur viðurskifti eru nærri lýst í serstøkum skjali
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umframt tað tilfar, sum er lesandi hava arbeitt við í lestrartíðini, skulu tey fáa hóskandi ískoytistilfar til vega
Ábyrgd
Hans Harryson