6852.22 - Undirvísing og læring II - Mál og lesimenning


Skeiðsnummar
6852.22
Heiti
Undirvísing og læring II - Mál og lesimenning
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi skal vera innskrivaður til læraralestur á NÁD
Endamál
Endamálið er at geva tí lesandi kunnleika um mál- og lesimenning og innlit í týdningin, ið mál hevur fyri lesimenningina hjá næmingunum í grunddeild fólkaskúlans. Gjøgnum skeiðið skal tann lesandi harumframt venja sína egnu handskrift (á pappíri og á talvu) og fáa vitan um, hvussu yngstu næmingar fólkaskúlans menna eina vakra handskrift
Innihald
Skeiðið er í tveimum høvuðspørtum: Fyrri partur: - Máltøka og málmenning - Málslig menning sum grundarlag undir lesiførleikum - Lesing, lesivanar og lesiførleikar - Stimbrandi undirvísingartilfar í føroyskum Seinni partur: - Handskriftin hjá læraranum - Handskriftin hjá næmingunum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, evnisarbeiði, arbeiði við úrvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, framløgur, bólkaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at - lýsa grundleggjandi tættir í máltøku hjá børnum - greiða frá týdninginum málsliga menningin hevur fyri lesimenning - greiða frá hugtøkum innan lesitilognan og byrjanarlesing - lýsa og meta um tilfar, sum verður brúkt í føroyskum í grunddeild fólkaskúlans Harumframt skal hann duga at - skriva greitt og sjónligt á pappír - skriva greitt og sjónligt á talvu - vísa við dømum, hvussu ein lærari kann læra næmingar í grunddeildini at fáa góða hondskrift
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka. Tey lesandi skulu loysa úrvaldar uppgávur gjøgnum skeiðið. Uppgávur og avrik verða savnað í eina avriksmappu (portfolio). Avriksmappan skal leggjast fram við skeiðslok.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlista, áðrenn skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir