7032.19 - Undirvísing og læring IV: Kanningarhættir og vísindaástøði


Skeiðsnummar
7032.19
Heiti
Undirvísing og læring IV: Kanningarhættir og vísindaástøði
ECTS
5
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi nema sær 1) grundleggjandi førleikar í ymsum vanligum kanningarhættum á námsfrøðiliga og didaktiska økinum og 2) kunnleika um vísindaástøðiligar stevnur, ið liggja handan hesar hættir og ávirka teir.
Innihald
• Grundleggjandi hugtøk í vísindaligum kanningarhættum og vísindaástøði • Eygleiðingar • Interview • Spurnaðarskema • Positivisma • Tulkingarfrøði og Fyribrigdarfrøði • Konstruktivisma
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: lestur, fyrilestrar, kjak/orðaskifti og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • greiða frá grundleggjandi hugtøkum í vísindaligum kanningarhættum og vísindaástøði • greiða frá og samanbera ymsar kanningarhættir • greiða frá og samanbera vísindaligar stevnur • leggja eina kanningarætlan á námsfrøðiliga og didaktisku økinum til rættis
Próvtøkuháttur
Ástøðiliga grundað kanningardesign. Uppgávan verður nærri lýst, tá skeiðið byrjar
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðs skeiðsbók: Aagerup, L. (2015). Pædagogens undersøgelsesmetoder. København: Hans Reitzels Forlag. Lestrarlisti við øðrum kravdum tekstum verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen