7485.17 - Didaktikkur og starvslæra í alis- og evnafrøði


Skeiðsnummar
7485.17
Heiti
Didaktikkur og starvslæra í alis- og evnafrøði
ECTS
10
Fortreytir
Ynskiligt at Alis- og evnafrøði 1 og 2 eru staðin
Endamál
At loyva studentunum at planleggja, gera og eftirmeta eina undirvísingargongd innan alis- og evnafrøði í fólkaskúlanum. Undirvísingin skal fylgja galdandi námsætlan í alis og evnafrøði. Hetta er síðsta av trimum skeiðum av linjulestrinum í alis og evnafrøði í læraraútbúgvingini.
Innihald
Alis- og evnafrøðilig kjarnuøkir: Orka til elveitini Undirvísingartilfar í alis og evnafrøði Alis og evnafrøði stovur í fólkaskúlanum Starvsstovuvenjingar Simulatiónir í alis og evnafrøði, tablets og samvirknar talvur. Námsfrøði: Náttúruvísindaligir førleikar Starvslæra er partur av skeiðnum
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, egin planlegging, egin undirvísing, egin eftirmeting, skriva uppgávu
Læruúrtøka
Tá studenturin hevur staðið skeiðið skal hann kunna: - Planleggja undirvísing innan alis- og evnafrøði. - Gjøgnumføra undirvísing innan alis- og evnafrøði. - Eftirmeta undirvísing innan alis- og evnafrøði. - Nýta ymiskar námsfrøðiligar hættir at undirvísa eftir innan alis- og evnafrøði. - Rapportera heildarmeting av undirvísingargongd - Hugleiða um sambond millum undirvísingar lærusetningarnar og hvussu teir kunnu síggjast aftur í undirvísing í alis og evnafrøði Sjálvstøðugt luttaka í kjaki um undirvísing í alis og evnafrøði og grundgeva við undirvísingarlærusetningum
Próvtøkuháttur
Skrivlig uppgáva við munnligari próvtøku. Tey lesandi skulu skriva eina spurdómsstýrda verkætlanar-uppgávu, innan eitt tema (evni), sum undirvíst hevur verið í, meðan tey hava verið í starvsvenjing. Til ber at skriva einsæris ella í bólki, tvey lesandi í bólki saman. Í serligum føri, kunnu trý skriva uppgávu saman. Tey lesandi orða sjálvi spurdómin, sum skal hava bæði eitt fakfakligt og didaktiskt innihald, og taka støði í innihaldinum í starvsvenjingini. Didaktiska innihaldið skal í minsta lagið svara til ein triðing av loyvdu teknunum í uppgávuni. Spurdómurin skal verða góðkendur av undirvísarunum á linjuni. Allir bólkar/einstaklingar fáa tvær vegleiðingar áðrenn innlatingina. Skrivliga verkætlanaruppgávan skal vera: • 1 lesandi: 5 normalar A4-síður (2400 tekn við gloppum), • 2 lesandi: 7,5 normalar A4-síður (2400 tekn við gloppum) • 3 lesandi: 8,75 normalar A4-síður (2400 tekn við gloppum) Framløgan til munnligu próvtøkuna: • 1 lesandi: 20 minuttir • 2 lesandi: 30 minuttir • 3 lesandi: 35 minuttir Harumframt verða 15-20 minuttir til kjak og spurningar. Eitt heildarmet verður givið fyri allar partar, bæði skrivliga og munnliga partin (eitt próvtal). Stendur lesandi ikki, skal uppgávan – við somu uppgávutreytum - verða skrivað av nýggjum. Nýggi spurdómurin skal víkja frá tí fyrra, tó at temaið (evnið) í stóran mun kann líkjast. Nýggi spurdómurin skal verða góðkendur av undirvísarunum á linjuni. Freistin fyri innlating av nýggju verkætlanaruppgávuni verður ásett av undirvísarunum á linjuni í alis- og evnafrøði.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Alisfrøði og evnafrøði 1-3, Pól Jespersen, Føroya Skúlabókagrunnur. Námsætlan, Alis- og evnafrøði 7-9, Mentamálaráðið, feb. 2013. Onnur viðkomandi tíðarrit, greinar og brot úr lærubókum.
Ábyrgd
Benadikt Joensen