7597.18 - Tónleikasøga, stjórnan, metodikkur, didaktikkur, starvslæra


Skeiðsnummar
7597.18
Heiti
Tónleikasøga, stjórnan, metodikkur, didaktikkur, starvslæra
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
At geva teimum lesandi hollan kunnleika til tónleikasøgu, stjórnan, metodikk og didaktikk í fakinum tónleiki. At menna praktisku førleikarnar hjá teimum lesandi ígjøgnum starvslæru.
Innihald
• Hollan vitan um tónleikasøguna seinast 1000 árini • Læra at stjórna bólkum/barna og ungdómskórum • Læra undirvísingarmetodur í fakinum tónleiki • Læra at leggja tilrættis stigvísar undirvísingartilgongdir í ymsum aldurstrinum. • Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjak, og praktiskar royndir.
Læruúrtøka
Eftir at skeiðið er liðugt, skal tann lesandi hava ognað sær innlit í og vitan um tónlistasøgu, stjórnan, metodikk og didaktikk og praktiskar royndir at undirvísa í fakinum tónleik. Tann lesandi skal hava holla vitan um tónlistasøgu, stjórnana, metodikk og didaktikk. Tann lesandi skal eisini hava kunnleika til, og at brúka hesi í tónleikafrálæruni. Eisini skal tann lesandi hava praktiskan kunnleika um, og duga at brúka í tónleikaundirvísingini, ymsar tónleikanámsfrøðiligu rætningar, so sum m.a. tann hjá Kodaly, Orff, Suzuki, Skapandi Læru, 1-2-3 umferð og sang , og undirvísingarmetodur hesum viðvíkjandi.
Próvtøkuháttur
Við støði í starvslæruni skal tann lesandi - við skeiðsenda - lata inn synopsis við eftirfylgjandi framløgu og kjaki. Í uppgávuni skal tann lesandi seta upp undirvísingarstøðu/ur (case/s) við støði í starvslæruni, og viðgerða hesar didaktiskt og metodiskt. Eisini skal tann lesandi seta hetta í ástøðiligan samanhang, sum hevur týdning fyri fakliga innihaldið. Uppgávan er 10 A4 síður à 2400 tekn. Tann lesandi fær 7 dagar at skriva.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Orla Winther (2002) Musikhistorien 1 – 8 Folkeskolens Musiklæggerforening 2002 1. Útgáva, 1. Upplag https://www.youtube.com/watch?v=bArhdP88dGE https://www.youtube.com/watch?v=5o1DZPqqx-M https://www.youtube.com/watch?v=DRI_ZSh6iF4 https://www.youtube.com/watch?v=mFA_tT8_v-Q http://www.library.upenn.edu/kislak/sims/ Frede V. Nielsen (1998) Almen Musikdidaktik. Akademisk Forlag
Ábyrgd
Sunleif Rasmussen