7062.18 - Støddfrøði grundskeið, fyrri partur.
Skeiðsnummar
7062.18
Heiti
Støddfrøði grundskeið, fyrri partur.
ECTS
14
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa á 1.-6. floksstigi í støddfrøði.
Innihald
Tøl, roknihættir og algebra:
• Tøl, roknihættir og algebra á 1.-6. floksstigi.
• Bygnaðurin í talskipanini og talnýtsla í smb. við undirvísing í talskipanini.
• Didaktiskkurog hugtaksmenning í smb. við tøl, roknihættir og algebra.
Geometri:
• Plan- og rúmgeometri.
• Klassisk geometri og trigonometri.
• Didaktiskkurog hugtaksmenning í geometriundirvísingini.
Modellering og støddfrøði í nýtslu :
• Arbeiði við funktiónum/variablum.
• Ymsar vakstrarmyndlar, sum verða brúktir í ítøkiligum modeleringsvenjingum.
• Didaktikkur og hugtaksmenning í smb. við modellering og støddfrøði í nýtslu.
Alment:
• Viðgera og meta um tað, sum námsætlanin sigur um støddfrøði í fólkaskúlanum.
• Tilrættisleggja undirvísing, eisini næmingatillagaða undirvísing.
• At eygleiða og eftirmeta undirvísing í støddfrøði.
• Almenn og fakdidaktisk viðurskifti, sum viðkoma teimum valdu evnunum.
KT
• KT er fastur partur av arbeiðinum í modulinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal lesandi megna at:
• Undirvísa eftir galdandi námsætlan fyri støddfrøði í fólkaskúlanum.
• Fyrireika undirvísingargongdir, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær.
• Fyrireika, fremja motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í støddfrøði.
• Skilja, brúka, velja og umseta millum ymsar umboðsformar (repræsentationsformer).
• Hugsa matematiskt og argumentera matematiskt innan vald evni.
• Finna og greina grundleggjandi faklig og fakdidaktisk viðurskifti innan støddfrøðiundirvísingina á 1.-6. floksstigi ella samsvarandi støði í fólkaskúlanum.
• Meta um møguleikar og avmarkingar í sambandi við nýtslu av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin byggir á eina uppgávu og á framløgu.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Matematik for Lærere 1A & 1B, við tilhoyrandi arbeiðsbókum. Harumframt supplerandi tilfar.
Ábyrgd
Jari í Hjøllum