7124.16 - Grundskeið í føroyskum, annar partur, starvslæra
Skeiðsnummar
7124.16
Heiti
Grundskeið í føroyskum, annar partur, starvslæra
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í føroyskum.
Innihald
• Starvsvenjing, íroknað fyrireiking og eftirmeting.
• Eygleiðing og eftirmeting av móðurmálsundirvísing hjá øðrum.
• Starvsvenjingin fevnir um kanningar og greiningar av egnum lýsingum av starvsvenjingini. Umframt hetta eisini gerð av egnum undirvísingargongdum og egnum tilfari.
• Grundgeva undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiðum.
• Meta um undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarhorni.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal tann lesandi megna at:
• Grundgeva undirvísing, sum tekur støði í og stuðlar næminganna tilognan av vitan ígjøgnum munnligar, skrivligar, visuellar og KT-grundaðar móðurmálsligar framløgur
• Leggja til rættis, fremja og eftirmeta hugkveikjandi móðurmálsundirvísing, sum fær næmingarnar av fullum huga at taka lut í móðurmálsligum og kreativum virksemi.
• Grundgeva undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiðum.
Próvtøkuháttur
• Eftirmetingin byggir á eina framløgu, harumframt á samrøðu við próvdómarar.
• Hvør lesandi hevur egna framløgu, har hann greiðir frá og eftirmetir møguleikar og avmarkingar í sínari undirvísingargongd. Framløgan skal hava samband við starvsvenjingina hjá tí lesandi, støddfrøði grundskeið, fyrsta part, føroyskt grundskeið.
• Próvdómarar verða tey lesandi, undirvísararnir í støddfrøði og føroyskum grundskeiði. (tey lesandi sita og lurta eftir hvør øðrum og eru við í kjakinum um royndirnar, sum hini hava gjørt í starvsvenjingini)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen