7126.17 - Føroyskt grundskeið, fyrsti partur
Skeiðsnummar
7126.17
Heiti
Føroyskt grundskeið, fyrsti partur
ECTS
9
Fortreytir
at lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 6. flokk í føroyskum.
Innihald
• Tekstteori, hvat ein tekstur er, ymisk háttaløg, tekstasløg – frá fiktión til multimodalitet, greiningaramboð og barnabókmentir
• Teksturin í undirvísingini, munnligir og skrivligir førleikar, ymsir lesi- og arbeiðshættir, munnliga og skrivliga undirvísingin, bókmentaliga samrøðan, dialogisk lesing, sjangrulesing og -skriving, bókmentanámsfrøði, námsfrøðilig amboð til móðurmálsundirvísing
• Talumál og skriftmál, tvímæli/og fleirmæli
• Mál sum samskiftisamboð, mál sum samleika-, mentanar- og vitanarberi, literasi og narrativitetur,
• Skrivinámsfrøði, frá søgu—til sjangruskriving.
• At rætta, bøta og menna næmingaavrik
• Akademiskt skrivingarlag
• Amboð í undirvísingarhøpi, karmar um undirvísingina – námsætlan, ársætlan og undirvísingargongdir, ymisk viðkomandi forrit (til framløgur & til upptøku av ljóði og myndum), talvunýtsla og kunning um tilfar
Alment:
• viðger og meting av tí, sum námsætlanin sigur um føroyskt í fólkaskúlanum.
• undirvísingartilfar til føroyskt í fólkaskúlanum.
• úr einum móðurmálsdidaktiskum sjónarhorni verður dentur lagdur á næmingalagaða undirvísing og undirvísing av næmingum við ymsum fortreytum, trupulleikum ella málsligum avbjóðingum.
• dentur verður lagdur á at leggja til rættis úrvaldar undirvísingargongdir.
• kunnleiki til ymiskar eftirmetingarhættir og grundgevingar fyri teimum, og hvussu teir verða brúktir, er partur av undirvísingini.
• arbeiðið við royndum og testum í fólkaskúlanum er partur av undirvísingini.
• tey lesandi skulu megna at meta um avmarkingar og møguleikar í fakligum og didaktiskum høpi.
• Dentur verður lagdur á, at tann lesandi fær innlit í KT-tøknina, og hvussu henda kann nýtast í einum didaktiskum umhvørvi.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður ímillum bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, skrivligar uppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu lesandi megna at:
• greina munin á talu- og skriftmáli
• greina ymisku bókmentaligu háttaløgini
• at skyna á, hvat ein tekstur er og at gera mun á ymiskum tekstasløgum
• brúka hóskandi greiningaramboð í mun til tekstaslag
• greina barnabókmentir
• brúka og greina frásagnarhættir og ymsar stíllegur
• brúka ymiskar skrivinámsfrøðiligar arbeiðshættir
• rætta, bøta og menna skrivlig næmingaavrik
• greiða frá rættingum og ábótum
• brúka akademiskt skrivingarlag
• orða seg greitt og neyvt í skrivligum avrikum
• megna at brúka málið sum samskiftismál á hóskandi hátt í ymsum støðum
• greina literasi og tess týdning
• greina tví- og fleirtali og tess týdning
• greina grundleggjandi faklig og fak-didaktisk viðurskifti innan móðurmálsundirvísing í fólkaskúlanum,
• nýta hesa vitan til at fyrireika undirvísningargongdir, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær,
• halda seg til galdandi námsætlan fyri føroyskt í fólkaskúlanum,
• tilogna sær førleikar at meta um vald evni innan móðurmálsundirvísing í fólkaskúlanum,
• meta um møguleikar og avmarkingar i fakligu og fakdidaktisku evnunum, sum verða vald,
• fyrireika, fremja og eftirmeta undirvísing í føroyskum, ið kveikir forvitni og áhugan hjá næmingum fyri føroyskum,
• meta um møguleikar og avmarkingar í brúkinum av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT,
• grundgeva undirvísing, sum umfatar tilognan næminganna av vitan bæði ígjøgnum munnligar, skrivligar og KT-grundaðar móðurmálsligar framløgur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen