7310.19 - Nýtíðar Evropas- og heimssøga
Skeiðsnummar
7310.19
Heiti
Nýtíðar Evropas- og heimssøga
ECTS
15
Fortreytir
Staðið 1. lestararár.
Endamál
Høvuðsendamálið við skeiðinum er at arbeiða seg fram til vitan og eina sjálvstøðuga fatan av høvuðsgongdini í Evropas søgu eftir 1800, og at seta hetta í samband við nøkur av høvuðsrákunum í heimssøguni í sama tíðarskeiði. Harumframt verður við dømum komið inn á, hvussu hetta kann síggjast aftur í søgu/samtíðarundirvísing fólkaskúlans.
Innihald
Við søguligum baksýni at fáa breiðan kunnleika um grundleggjandi samanhangir í evropiskari søgu og heimssøguni í tíðarskeiðinum.
Komið verður m.a. inn á hesi evnir: Franska kollveltingin, borgarligu kollveltingar í Evropa í 19. øld, modernitetur, (national-)romantikkur, Fyrri heimsbardagi, millumkrígstíðin, Seinni heimsbardagi, bipolaritetur eftir 1945, ungdómsuppreisturin 1968 og multipolaritetur eftir 1990.
Høvuðsverkið verður analýserað m.a. út frá: Spurdómur, partsspurdómar, tesis, avmarking, sjónarhorn (búskaparlig, sosial, mentanarlig og politiskt) søgusýni/-fatan, metingarhættir, skrivistílur, høvuðsniðurstøða og perspektivering (m.a. kronologisk og geografisk).
Søgudidaktiskur partur:
Eisini verður gjøgnumgingið nakrir av høvuðstættunum í søgudidaktikki: Søgutilvit, interkulturellur søgudidaktikkur, forteljing, filmur, myndir og staðsøga (lokalsøga).
Námsætlanin fyri søgu/samtíð í fólkaskúlanum verður gjøgnumgingin.
Læru- og undirvísingarhættir
Framløgur, upplegg, kjak, kelduvenjingar, analýsuuppgávur og viðgerð, umframt venjingar í at leita fram og viðgera søguheimildir (bókmentir og keldur). Lesandi hava øll eina individuella framløgu út frá einum sjálvvaldum evni/spurdómi innan Evropas/heimssøguni eftir uml. ár 1800.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skulu tey lesandi:
• Hava eina breiða vitan og fatan av gongdini í Evropas/heimssøguni eftir uml. 1800
• Verða før fyri at meta um og viðgera søguskriving.
• Verða før fyri at viðgera spurdómar út frá givnum heimildum
• Verða før fyri at seta spurningar til søgulig tíðarsskeið og evni.
• Duga úr frá heimildunum at skjalprógva (dokumentera) og viðgera søguligar spurdómar.
• Verða før fyri at tulka heimildir og grundgeva fyri egnum niðurstøðum
• Vísa grundleggjandi háttalag fyri søguskriving
Próvtøkuháttur
Skeiðið verður eftirmett við spurnartýrdari munnligari próvtøku, har høvuðsdentur verður lagdur á søgufakliga partin. Fyrireikingartíðin er 30 min. og próvtøkan tekur 20 min. Viðgerðin tekur útgangsstøði í uppgivna pensum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðsverkið í skeiðinum er: Berntson et.al (2011): EUROPA 1800-2000. Roskilde Universitsforlag.
Harumframt fjølritað tilfar, sum verður útflýggjað við skeiðsbyrjan:
Stefen Emkjær (ritstj.) Allan Ahle & Petur Madsen (2006): Verdenshistorisk oversigt. Systime
Historiske spillefilm. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal. S. 194-204
Mødet med historie & Historie som fag. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal. S. 10-39.
Billeder som læremiddel. Úr: Pietras, Jens & Poulsen, Jens Aage. (2011). Historiedidaktik – fra teori til praksis. Gylling: Gyldendal. S. 176-193.
Bilder som kildemateriale. Úr: Lund, Erik. (2009). Historiedidaktik. En håndbok for studenter og lærere. Oslo:Universitetsforlaget. S. 160-171.
Kunnskapsområder i historiedidaktikken. Úr: Bøe, Jan Bjarne (2006). Å lese fortiden. Historiebruk og historiedidaktikk. Kristiansand: HøyskoleForlaget. S. 31-57.
Historiebevisshet og lokalhistorien. Úr: Bøe, Jan Bjarne (2002). Bildene av fortiden. Historiedidaktik og historiebevisshet. Kristiansand: HøyskoleForlaget. S. 215-239.
Historie i skolen & Formidling, fremstilling, form. Úr: Kjeldstadli, Knut. (2001). Fortiden er ikke hvad den har været – en indføring i historiefaget. Frederiksberg: Roskilde Universitetsforlag/Samfundslitteratur. S. 275-303.
Fortellingen. Úr: Bøe, Jan Bjarne. (1999). Barnet og fortellingen. Fortidsfortellingens innflytelse på barnets historiebevisshet. Kristiansand: HøyskoleForlaget. S. 49-75.
Mono-, multi- eller interkulturel undervisning. Butters, Nanna o.o. (2010) At gøre kultur i skolen. Interkulturel praksis i historieundervisningin, Akademisk Forlag. København. 89-106.
Hvordan lærer børn historie? Úr: Binderup, Thomas & Troelsen, Børge, red. (2012) Historiepædagogik. Kvan. Aarhus. S. 116-146.
Lund, Erik. (2009). Historiedidaktik. En håndbok for studenter og lærere. Oslo:Universitetsforlaget. S. 9-19 & 33-54.
Harumframt individuelt pensum í samband við framløguna.
Ábyrgd
Dagbjartur Debes