7739.18 - Leiðsla í dagstovnum, serstovnum og skúlum


Skeiðsnummar
7739.18
Heiti
Leiðsla í dagstovnum, serstovnum og skúlum
ECTS
15
Fortreytir
at lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD.
Endamál
Endamálið er at geva teimum lesandi ástøðiligan kunnleika um leiðslu til dagstovnar/serstovnar ella skúlar, og at gera tey lesandi før fyri at nýta hendan kunnleika í verki til vanligar gerandishendingar á einum dagstovni/serstovni ella skúla. Vit hugsavna okkum bæði um leiðslu, ið vanligir námsfrøðingar og lærarar útinna í teirra starvi, og um leiðslu, ið í námsfrøðingar og lærarar í ymsum sløgum av formellum leiðslustørvum útinna.
Innihald
• At leiða ein bólk við dagstovnabørnum/floksleiðsla av skúlaflokki • Áleikandi høvuðsmál, ið ávirka leiðslurúmið: globalisering, seinmodernitetur, nútíðargerð av almennum tænastum og bygnaðarbroytingar • Starvsfólkaleiðsla • Leiðarans leiklutur í at loysa ósemjur • Námsfrøðilig leiðsla • Vegleiðing • Fyrisitingarlig leiðsla • Strategisk leiðsla • Tvørprofessionelt samstarv og leiðsla • Broytingarleiðsla
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur, fyrilestrar og skipað námsfrøðilig orðaskiftir.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: - avgera hvørjir persónar, viðurskiftir og áleikandi høvuðsmál eru viðkomandi at hugsa um í samband við gerandishendingar, har tørvur er á leiðsluátøkum -velja og nýta relevant leiðsluástøðir og leiðsluhugtøk til tess at viðgera gerandishendingar, har tørvur er á leiðsluátøkum -sjálvstøðugt at meta um hvørji leiðsluátøk skulu setast í verk í gerandishendingum og samstundis virða og søkja lærdóm frá øðrum – uttan tó at sleppa egið sjónarhorn -at geva kritikk, á grundleggjandi støði, til høvuðsynski hjá viðkomandi persónum, áleikandi høvuðsmál, leiðsluhugtøk og leiðsluástøðir
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er munnlig roynd í einum skipaðum námsfrøðiligum orðaskifti, har tey lesandi skulu viðgera eina givna gerandishending í einum dagstovni/serstovni ella skúla; keysin leggur upp til, at námsfrøðilig leiðsluvitan verður nýtt. Fyrst skulu tey lesandi sita einsæris í tveir tímar og viðgera gerandishendingina. Síðani møtast áleið fýra lesandi í 30 minuttir tilsamans, har hvør einstakur lesandi eftir tørni ber fram teirra viðgerð av gerandishendingini. Síðani fara tey lesandi aftur einsæris í ein tíma, og hugsa um tað, ið hini hava sagt. Eftir hetta møtast tey fýra lesandi aftur, og bera fram fyri hvør øðrum, eftir tørni, hvussu framløgan hjá hinum ávirkaði tey til at víðka egið sjónarhorn; hetta orðaskifti skal taka í mesta lagi 20 minuttir. Til endans er eitt frítt orðaskifti í 20 minuttir. Øll hjálpiamboð eru loyvd, men tó er ikki loyvt at samskifta við onnur undir fyrireikingartíðini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við lestrarbyrjan.
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð