7814.19 - B.Ed. ritgerð, læraraútb.


Skeiðsnummar
7814.19
Heiti
B.Ed. ritgerð, læraraútb.
ECTS
15
Fortreytir
Áðrenn lesandi sleppa upp til próvtøku í B.Ed. ritgerðini, skulu lesandi hava staðið allar ásettar próvtøkur.
Endamál
Endamálið við ritgerðini er, at lesandi seta seg inn í praktisku, fakligu, námsfrøðiligu og didaktisku avbjóðingarnar í lærarayrkinum. Lesandi skulu viðgera viðkomandi spurningar í starvsøkinum, har ið tey samantvinna vísindaligt ástøði og háttalag við egnar royndir.
Innihald
Ritgerðin verður skipað kring ein spurdóm. Spurdómurin skal grundast í undirvísingarfakligum og/ella námsfrøðiligum avbjóðingum, sum eru týðandi fyri skúlans virksemi. Tann lesandi orðar sín spurdóm í samráð við vegleiðaran.
Læru- og undirvísingarhættir
Vegleiðing í 3 tímar til ein lesandi, 4 tímar til bólk á 2 lesandi og 5 tímar til bólk á 3 lesandi.
Læruúrtøka
Vitan: Í ritgerðini skulu tey lesandi vísa, at tey megna - at greiða frá og viðgera grundleggjandi vísindaligar fatanir og knýta tær at skúla- og undirvísingarspurningum - at grundgeva fyri úrvaldum háttaløgum, sum eru viðkomandi, tá ið granskað verður í skúlans virksemi - at greiða frá og viðgera týðandi praktiskar, fakligar, námsfrøðiligar og didaktiskar avbjóðingar í skúlum - at greiða gjølla frá og kjakast um spurdómsevnið Førleikar: Í ritgerðini skulu tey lesandi vísa, at tey megna: - at savna empiri við støði í spurdóminum og fakliga evninum - at brúka ástøði og háttaløg í síni viðgerð av spurdóminum - at greina viðkomandi gransking kritiskt og meta um, hvønn týdning hon hevur fyri læruumstøður næmingsins - at taka støðu til undirvísingar- og menningarætlanir og meta um, hvussu hesar roynast í verki. Almennir førleikar: Í ritgerðini skulu tey lesandi vísa, at tey megna - at skriva akademiskan tekst - at miðla og kjakast um eitt samansett fakligt evni á ein sannførandi hátt - at meta um, hvørju etisk atlit skulu takast í skúla- og undirvísingargransking
Próvtøkuháttur
Ritgerðin er eitt skrivligt avrik, ið verður vart munnliga. Bachelorritgerðin kann verða skrivað einsæris ella í bólki við í mesta lagi 3 lesandi og endar við eini einsæris munnligari próvtøku, sum hevur sítt støði í skrivaðu ritgerðini, har tann lesandi ábyrgdast alla ritgerðina. Próvtøkan og onnur viðurskifti er nærri lýst í serstøkum skjali.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Umframt tað tilfar, sum er brúkt í lesnaðinum frammanundan, skulu lesandi fáa til vega hóskandi tilfar.