1370.20 - Nútíðarføroyskt. Fonologi og morfologi (BA)


Skeiðsnummar
1370.20
Heiti
Nútíðarføroyskt. Fonologi og morfologi (BA)
ECTS
10
Fortreytir
Studenturin skal hava staðið fyrra part av BA í føroyskum ella samsvarandi. Til ber eisini at taka skeiðið sum stakskeið við øðrum fortreytum (víst verður til galdandi námsskipan).
Endamál
Endamálið við skeiðinum er, at studenturin lærir grundleggjandi heiti í fonologi og morfologi og fær eina grundleggjandi fatan av føroyskari fonologi og morfologi.
Innihald
Vit lesa ymiskt tilfar um føroyska fonologi og morfologi, og vit arbeiða við praktiskum spurningum um evnini. Til hetta endamálið verður arbeitt við tekstkorpusi. Eisini skulu studentarnir ljóðskriva smærri petti fyri at fáa betri innlit í ljóðskriftina.
Læru- og undirvísingarhættir
Pultundirvísing, studentaframløgur, bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið er studenturin førur fyri • at nýta tilfarið í víðari arbeiði sínum við føroyskum ljóðum, ljóðskipan og morfologi í breiðastu merking • at skriva fakliga um evnið • at skilja skipanina aftan fyri føroyska fonologi og morfologi • at miðla tilfarið og vitanina til onnur.
Próvtøkuháttur
Pultundirvísing, studentaframløgur, bólkaarbeiði. Skrivlig próvtøka, 6 tímar. Øll hjálparamboð eru loyvd.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kristján Árnason. 2011. The Phonology of Icelandic and Faroese. (vit lesa partarnar um føroyska fonologi. ) G. Booij. 2007. The Grammar of Words. Aftur at hesum lesa vit ymiskar greinar um evnini.
Ábyrgd
Hjalmar Páll Petersen