Skriva út

B. Sc. í havlívfrøði

Bachelor of Science in Marine Biology
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Náttúruvísindadeildini (NVD).
  • Tal á Lesandi Uml. 8
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum.
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS.

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi kunnleika og førleikar til, at virka sjálvstøðugt sum havlívfrøðingur ella halda fram við víðari lestri uttanlands.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt, tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum plantum, djórum og fólkum sum liva í Føroyum. Útbúgvingin gevur hollar havlívfrøðiligar førleikar.

Fyrsta hálvaannað árið hava allar tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini felags undirvísing. Tær tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar eru B.Sc í vistfrøði, B.Sc í havlívfrøði og B.Sc í mýlalívsvísindum.

Eftir  hálvtannað ár verða tær tríggjar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð, sum telur 22,5 ECTS. Øll hini skeiðini í útbúgvingini telja 7,5 ECTS.

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva
 

6. 
lestrarhálva
 

Fróðskaparhegni,
vísindaástøði
og etikkur

Almenn
lívfrøði II

Jørð, hav
og luft

Havlívfrøði I

Feltskeið
í vistfrøði

Havlívfrøði II

Støddfrøði og
hagfrøði fyri
lívfrøðingar

Byrjanarskeið
í lívfrøði II

Mýlsk kyknu-
lívfrøði I

Arvalæra 

Fiskifrøði 

 

Almenn og
ólívrunnin
evnafrøði

Almenn
lívfrøði III

Vistfrøði
á landi

Rannsóknarætlan
og datagreining 

Lívfrøðilig
havvísindi 

Bachelor-
verkætlan

Almenn
lívfrøði I

Lívevnafrøði

Smáveru-
lívfrøði

Eiturvistfrøði og
dálking

Aling

 


Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt, tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum plantum, djórum og fólkum sum liva í Føroyum. Útbúgvingin gevur hollar havlívfrøðiligar førleikar.

Fyrsta hálvaannað árið hava allar tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini felags undirvísing. Tær tríggjar lívfrøðiútbúgvingarnar eru B.Sc í vistfrøði, B.Sc í havlívfrøði og B.Sc í mýlalívsvísindum.

Eftir  hálvtannað ár verða tær tríggjar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð, sum telur 22,5 ECTS. Øll hini skeiðini í útbúgvingini telja 7,5 ECTS.

Innihald

Á havlívfrøði útbúgvingini fært tú hollan kunnleika um havið og lívið í havinum eins og veðurfrøðilig árin, ið ávirka Føroyar og restina av jarðarknøttinum.Víst verður á, hvussu mannskaptir trupulleikar í havinum kunnu loysast. Holl havlívfrøðilig vitan er av týdningi fyri umsiting av okkara dýrabara tilfeingi, sum er undir støðugari hóttan av ovurveiðu, umhvørvisdálking og veðurlagsbroytingum.

Dentur verður lagdur á alisfrøðiligu og evnafrøðiligu eginleikarnar í havinum, og tú fært eisini innlit í vinnuvegir á sjónum, so sum aling.

Tú fært førleikar at avmarka, seta fram og greina havlívfrøðiligar spurningar. Tú lærir at tulka rá kanningarúrslit og seta tey í eitt fakligt, vinnuligt og samfelagsligt høpi.

Flestu skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og feltarbeiði. Summi skeið verða eisini hildin um summarið.

Próvtøkur

Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir, at undirvísingin er lokin. Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum- ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd- við í endaliga próvtalinum.

Framtíðarmøguleikar

Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaðar starvsmøguleikar í almennari fyrisiting og privatum fyritøkum. Nøkur dømi eru:

  • innan aling
  • á granskingarstovnum
  • í ráðgevingarfyritøkum
  • sum vísindajournalistur
  • í undirvísing

Framhaldandi útbúgving

Sum B.Sc. í havlívfrøði hevur tú eitt gott fakligt grundarlag til framhaldslestur á masterstigi uttanlands.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: NVD-studvegl@setur.fo, ella við at venda tær til Jónrit Halling, útbúgvingarleiðara, jonrith@setur.fo