B.Sc. í KT-verkfrøði
- Lestrartíð 3 ár
- Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
- Tal á Lesandi Uml. 30-40
- ECTS 180
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar til eftir lokna útbúgving at virka sum KT-verkfrøðingar við førleikum innan KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu, KT-rakstur og -trygd, heimasíðuskipanir, spæl, lýsingar, appur, undirvísing í KT, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering o.a.
Bygnaður
1. árshálva |
2. árshálva |
3. árshálva |
4. árshálva |
5. árshálva |
6. árshálva |
---|---|---|---|---|---|
Innleiðing í 7,5 ECTS |
*Linux-skipanir 7,5 ECTS |
Algoritmur og datastrukturar 7,5 ECTS |
Dátavísindi og hagfrøði við RStudio 7,5 ECTS |
*Maskinlæring við Python 7,5 ECTS |
Fíggjar-stýring 7,5 ECTS |
Teldunetverk og data samskifti 7,5 ECTS |
Lin. algebra fyri KT-verkfrøðingar 7,5 ECTS |
Objektrættað forritan (Java 2) 7,5 ECTS |
Forritanar verkfrøði 7,5 ECTS |
Web skipanir við ASP.NET/C# 7,5 ECTS |
Bachelor verkætlan 22,5 ECTS |
Innleiðandi 7,5 ECTS |
Objektrættað 7,5 ECTS |
Stýriskipanir 7,5 ECTS |
* Forritan til Android 7,5 ECTS |
Verkætlanar-leiðsla 7,5 ECTS |
|
Diskret 7,5 ECTS |
Databasur 7,5 ECTS |
Innleiðing í Web skipanir 7,5 ECTS |
KT-trygd 7,5 ECTS |
KT-verkætlan 7,5 ECTS |
Lærugreinir tiknar á øðrum universitetum kunnu eftir nærri meting í summum førum góðskrivast ístaðin fyri kravd skeið í útbúgvingini.
Gevið gætur: Fyrivarni verður tikið fyri broytingum, t.d. viðv. raðfylgju, skeiðsheitum og innihaldi í skeiðum.
* Skeið merkt við * eru fjarlestrarskeið frá Mittuniversitetinum.
Skipan av útbúgvingini
Í 3-ára bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði lærir ein um teldufrøði og forritan, stødd- og hagfrøði, algoritmur og dátubygnað, dátugrunnar og KT-skipanir, dátusamskifti umvegis føst og tráðleys net, internet og webskipanir, dátuvísindi og maskinlæring, verkætlanarleiðslu og fíggjarstýring.
Útbúgvingin endar við eini bachelorritgerð.
Innihald
Høvuðsdenturin í útbúgvingini er á bygnað, nýtslu og forritan av KT-skipanum, umframt KT-verkætlanarleiðslu av tekniskum, fyrisitingarligum ella handilsligum telduskipanum.
Dentur verður lagdur á KT-evni, sum geva góðar vinnumøguleikar í føroyskari og altjóða KT-vinnu og samfelagsfyrisiting, t.d. web- og app-forritan, umframt dátuvísindi og maskinlæring (AI). Frá 2020 vera helstu forritanarmálini Python og Java, umframt onnur mál til web-skipanir (HTML/CSS/JavaScript/PHP/.NET MVC C#/SQL), dátuvísindi og maskinlæring (R/Python).
Góðir førleikar í enskum, føroyskum og skandinaviskum máli eru neyðugir. Frá 2020 vera umleið 10% (2-3 skeið) av útbúgvingini skipað sum fjarlestur frá Mittuniversitetinum í Svøríki við enskum og svenskum máli. Fjarlestrarskeið hava vanliga eisini stuðulsundirvísing í Føroyum.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við støddfrøði á B- ella A-stigi.
Miðaltalið í nevndu lærugrein skal vera í minsta lagi 4 á B-stigi ella minst 2 á A-stigi eftir 7-talsstiganum. Hetta svarar til í minsta lagi 7 á B-stigi ella minst 6 á A-stigi eftir 13-talsstiganum.
Um miðalpróvtalið ikki er nóg høgt, ber til at søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2, har aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi kunnu góðtakast eftir nærri meting.
Framtíðarmøguleikar
Sum KT-verkfrøðingur hevur tú fjølbroyttar arbeiðsmøguleikar innan:
- KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu
- KT-rakstur og –trygd
- heimasíðuskipanir, spøl, lýsingar og appur
- undirvísing í KT, menning og rakstur av undirvísingaramboðum
- gransking og ráðgevandi verkfrøði, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering
Framhaldandi útbúgving
M.Sc.-avtalur eru við DTU (Computer Sc.&Eng., Digital Media Eng., Telecomm.) og MIUN (Computer Eng.). Dømir um upptøkur eru eisini frá ITU og KU. KT-verkfrøði kann við møguligum avmarkingum eisini vera støði undir víðari útbúgvingum við onnur universitet.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: studvegl@setur.fo ella til útbúgvingarleiðaran, Hannes Gislason: hannesg@setur.fo