Skriva út

B.Sc. í KT-verkfrøði 2018-2021

Bachelor of Science in Software Engineering
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 30-40
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

GG: Hetta er einans galdandi fyri lesandi, ið eru innskrivað á útbúgvingina í 2018.

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar til eftir lokna útbúgving at virka sum KT-verkfrøðingar við førleikum innan KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu, KT-rakstur og -trygd, heimasíðuskipanir, spæl, lýsingar, appur, undirvísing í KT, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering o.a.

Bygnaður

1.

árshálva

2.

árshálva

3.

árshálva

4. árshálva

5.

árshálva

6. árshálva

Innleiðing í
teldufrøði

7,5 ECTS

* Objekt grundað forritan við C++

7,5 ECTS

Algoritmur og datastrukturar

7,5 ECTS

* Design
mynstur við C++

7,5 ECTS

Dátuvísindi og hagfrøði við RStudio

7,5 ECTS

Forritanar verkfrøði

7,5 ECTS

Teldunetverk og data samskifti

7,5 ECTS

Lin. algebra fyri KT-verkfrøðingar

7,5 ECTS

Fíggjarstýring

7,5 ECTS

Innleiðing í
Web skipanir

7,5 ECTS

Web skipanir við ASP.NET/C#

7,5 ECTS

Bachelor verkætlan

22,5 ECTS

* Innleiðandi
forritan við C++

7,5 ECTS

*Objektrættað
forritan við C++

7,5 ECTS

Stýriskipanir

7,5 ECTS

* Forritan til Android

7,5 ECTS

*Kervisforritan í Unix/Linux

7,5 ECTS

Diskret
støddfrøði

7,5 ECTS

Databasur
og SQL

7,5 ECTS

* Java fyri
C++ forritarar

7,5 ECTS

KT-trygd

7,5 ECTS

KT-verkætlan

7,5 ECTS


Lærugreinir tiknar á øðrum universitetum kunnu eftir nærri meting í summum førum góðskrivast ístaðin fyri kravd skeið í útbúgvingini.


Gevið gætur: Fyrivarni verður tikið fyri broytingum, t.d. viðv. raðfylgju og innihaldi í skeiðum.

* Skeið merkt við * eru fjarlesturskeið frá Mittuniversitetinum.

Valskeið 2019

Ph.d.-lesandi á DTU bjóðar KT-skeið á Setrinum, les nærri HER

Skipan av útbúgvingini

Í 3-ára bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði lærir ein um teldufrøði og forritan, stødd og hagfrøði, algoritmur og dátubygnað, dátugrunnar og KT-skipanir, dátusamskifti umvegis føst og tráðleys net, internet og webskipanir, verkætlanarleiðslu og fíggjarstýring.

Útbúgvingin endar við eini B.Sc.-ritgerð.

Innihald

Høvuðsdenturin í útbúgvingini er á bygnað, nýtslu og forritan av KT-skipanum – íroknað software-menning og KT-verkætlanarleiðsla av tekniskum, fyrisitingarligum og handilsligum telduskipanum.

Dentur verður lagdur á KT-evni, sum geva góðar vinnumøguleikar í føroyskari og altjóða KT-vinnu og samfelagsfyrisiting, t.d. app-forritan.

Góðir førleikar í enskum, føroyskum og skandinaviskum máli eru neyðugir. 25% (45 ECTS) av útbúgvingini er t.d. skipað sum fjarlestur frá Mittuniversitetinum í Svøríki við enskum og svenskum máli. Flestu fjarlesturskeið hava stuðulsundirvísing í Føroyum.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við støddfrøði á B- ella A-stigi.

Miðaltalið í nevndu lærugrein skal vera í minsta lagi 4 á B-stigi ella minst 2 á A-stigi eftir 7-talsstiganum. Hetta svarar til í minsta lagi 7 á B-stigi ella minst 6 á A-stigi eftir 13-talsstiganum.

Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og endaligum ársmetum.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Framtíðarmøguleikar

Sum KT-verkfrøðingur hevur tú fjølbroyttar arbeiðsmøguleikar innan:

  • KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu;
  • KT-rakstur og –trygd;
  • heimasíðuskipanir, spøl, lýsingar og appur;
  • undirvísing í KT, menning og rakstur av undirvísingaramboðum;
  • gransking og ráðgevandi verkfrøði, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering.

KT-verkfrøðingar arbeiða við teldumodellum og stórum  dátunøgdum t.d. innan fjarskifti, banka og tryggingarvirksemi, ílegugransking, veðurlagsgransking og orkusparing.

Framhaldandi útbúgving

M.Sc.-avtalur eru við DTU (dtu.dk, Computer Sc.&Eng., Digital Media Eng., Telecomm.) og MIUN (miun.se, Computer Eng.).

Dømir um upptøkur eru eisini frá ITU (itu.dk) og KU (diku.dk).

KT-verkfrøði kann við møguligum avmarkingum eisini vera støði undir víðari útbúgvingum við onnur universitet.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til lestrarvegleiðingina: studvegl@setur.fo ella til útbúgvingarleiðaran, Hannes Gislason: hannesg@setur.fo