Skriva út

B.Sc. í KT-verkfrøði

Bachelor of Science in Software Engineering
  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 30-40
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar til eftir lokna útbúgving at virka sum KT-verkfrøðingar við førleikum innan KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu, KT-rakstur og -trygd, heimasíðuskipanir, spæl, lýsingar, appur, undirvísing í KT, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering o.a.

Bygnaður

1.

árshálva

2.

árshálva

3.

árshálva

4. árshálva

5.

árshálva

6. árshálva

Innleiðing í
teldufrøði

7,5 ECTS

Databasur
og SQL

7,5 ECTS

Stýriskipanir

7,5 ECTS

Design mynstur við Java

7,5 ECTS

Tilgjørt Vit (AI)

7,5 ECTS

Dátavísindi og hagfrøði við RStudio

7,5 ECTS

Teldunetverk og data samskifti

7,5 ECTS

Lin. algebra fyri KT-verkfrøðingar

7,5 ECTS

Algoritmur og datastrukturar

7,5 ECTS

Forritanar verkfrøði

7,5 ECTS

Web skipanir við ASP.NET Core/C#

7,5 ECTS

Bachelor verkætlan

22,5 ECTS

Innleiðandi
forritan við Python

7,5 ECTS

Objektrættað
forritan við Java 1

7,5 ECTS

Linux-skipanir

7,5 ECTS

* Forritan til Android

7,5 ECTS

Fíggjarstýring

7,5 ECTS

Diskret
støddfrøði

7,5 ECTS

Innleiðing í Web skipanir

7,5 ECTS

Objektrættað forritan við Java 2

7,5 ECTS

KT-trygd

7,5 ECTS

KT-verkætlan

7,5 ECTS


Lærugreinir tiknar á øðrum universitetum kunnu eftir nærri meting í summum førum góðskrivast ístaðin fyri kravd skeið í útbúgvingini.


Gevið gætur: Fyrivarni verður tikið fyri broytingum, t.d. viðv. raðfylgju, skeiðsheitum og innihaldi í skeiðum.

* Skeið merkt við * eru fjarlestrarskeið frá Mittuniversitetinum.

Skipan av útbúgvingini

Í 3-ára bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði lærir ein um teldufrøði og forritan, stødd- og hagfrøði, algoritmur og dátubygnað, dátugrunnar og KT-skipanir, dátusamskifti umvegis føst og tráðleys net, internet og web-skipanir, dátuvísindi og tilgjørt vit (AI), forritanarverkfrøði og fíggjarstýring.

Útbúgvingin endar við eini bachelorritgerð.

Innihald

Høvuðsdenturin í útbúgvingini er á bygnað, nýtslu og forritan av KT-skipanum, t.d. tekniskum, fyrisitingarligum ella handilsligum telduskipanum.

Dentur verður lagdur á KT-evni, sum geva góðar vinnumøguleikar í føroyskari og altjóða KT-vinnu og samfelagsfyrisiting, t.d. web- og app-forritan, umframt dátuvísindi og tilgjørt vit (AI). Helstu forritanarmálini eru Python og Java, umframt onnur mál til web-skipanir (HTML/CSS/JavaScript/PHP/.NET MVC C#/SQL), og innan dátuvísindi og tilgjørt vit (R/Python).

Mesta undirvísingartilfarið er á enskum máli. Ein lærugrein (Fíggjarstýring) hevur danskt undirvísingartilfar, og ein lærugrein (Forritan til Android) er fjarlestur á enskum og svenskum máli frá Mittuniversitetinum (MIUN) í Svøríki, sum vanliga er skipað við stuðulsundirvísing í Føroyum.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við støddfrøði á B- ella A-stigi. Miðaltalið í nevndu lærugrein skal vera í minsta lagi 4 á B-stigi ella minst 2 á A-stigi eftir 7-talsstiganum. Hetta svarar til í minsta lagi 7 á B-stigi ella minst 6 á A-stigi eftir 13-talsstiganum. Um miðalpróvtalið ikki er nóg høgt ber til at søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2, har aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi kunnu góðtakast eftir nærri meting. Góðir málførleikar í enskum, føroyskum (neyðugir) og skandinaviskum (ynskiligir).

Framtíðarmøguleikar

Sum KT-verkfrøðingur fært tú fjølbroyttar møguleikar at arbeiða við:

  • KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu
  • KT-rakstri og –trygd
  • heimasíðuskipanum, spølum, lýsingum og appum
  • undirvísing í KT, menning og rakstri av undirvísingaramboðum
  • gransking og ráðgevandi verkfrøði, dátuinnsavning og -viðgerð, teldusimulering.

Framhaldandi útbúgving

MSc-avtala er um upptøku á DTU (Computer Science and Engineering, Communication Technologies and System Design, Human-Centered Artificial Intelligence), sum lýst á dtu.dk. KT-verkfrøði kann við møguligum avmarkingum eisini vera støði undir víðari útbúgvingum við onnur universitet. Dømir um undanfarnar upptøkur eru m.a. frá IT-universitetinum í Keypmannahavn (ITU). Arbeitt verður eisini við at menna eina masterútbúgving í dátuvísindum á Fróðskaparsetrinum, sum ætlandi skal byrja í 2023.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til útbúgvingarleiðaran, Hannes Gislason: hannesg@setur.fo