5018.20 - Innleiðing í Web skipanir


Skeiðsnummar
5018.20
Heiti
Innleiðing í Web skipanir
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðing í teldufrøði, Teldunetverk og data samskifti, Innleiðandi forritan við C++, Støddfrøði 1 til Kunningartøkni, Objektgrundað forritan við C++, Databasur og SQL.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at fáa grundleggjandi førleikar til design og forritan av interaktivum web skipanum.
Innihald
Grundleggjandi hugtøk, háttaløg og amboð til forritan av interaktivum web skipanum, ymisk markup-mál (HTML, XML og json), script-mál (JavaScript; PHP, Ruby/Ruby on Rails ella Perl); AJAX, jQuery, web tænastur, Web servarar (t.d. IIS/Apache) og relations-dátugrunnar (t.d. MySQL/Apache Derby/Java DB).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar og tvær skrivligar uppgávur skula latast inn. Innlatingarnar skula gerast til ásettu tíðina, og vera góðkendar fyri at sleppa til munnliga próvtøku í hesum skeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kenna til og skilja: - design og forritan av interaktivum web skipanum - vanlig markup-mál, web servarar og dátugrunnar - sambond til dátugrunnar - script-mál og script-tøknir, client- og servara-síðu scripting - client-web servara interaktivitetur, dátuflytingar til og úr dátugrunnum og kunna: - skapa einfaldar interaktivar web skipanir
Próvtøkuháttur
- lesandi við góðkendum uppgávum vera innstillaðir til eina munnliga próvtøku. - lesandi, sum ikki fingu sínar uppgávur góðkendar sleppa til eina próvtøku, tá teir hava latið góðkendar uppgávur inn.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Grundlærubók er: Internet and World Wide Web How to Program (International Version) Paperback – 24 Jan 2012 by Harvey M. Deitel, Paul J. Deitel, Abbey Deitel. Paperback: 960 pages Publisher: Pearson Education; 5 edition (24 Jan. 2012) Language: English ISBN-10: 0273764020 ISBN-13: 978-0273764021 http://www.amazon.co.uk/Internet-World-Program-International-Version/dp/0273764020/ref=sr_1_1?ie=UTF8&qid=1425989809&sr=8-1&keywords=Internet+%26+World+Wide+Web%3A+How+to+Program Afturat hesum verður lestrartilfar lagt afturat sum stuðlar endamálinum við skeiðinum. Hetta kunnu verða bøkur, greinar, vevsíður og líknandi.
Ábyrgd
Hannes Gislason