5027.20 - KT-trygd


Skeiðsnummar
5027.20
Heiti
KT-trygd
ECTS
7,5
Fortreytir
Teldunetverk og data samskifti, Algoritmur og datastrukturar, Diskret Støddfrøði
Endamál
Við alsamt vaksandi talgildum samskifti er alneyðugt at tryggja teldur, teldunetverk og alnetið best møguligt ímóti álopum. Tað merkir at tryggja bæði persónlig samskiftistól og netverk hjá bæði feløgum, stovnum og einstaklingum. Hetta skeiðið er ein innleiðing í netverks- og KT-trygd, hvørs mál er at viðgera týðandi tøknilig hugtøk og fyribrigdi við atliti til váðar við teldu- og net-umhvørvi, sum vit hava við at gera í okkara gerandisdegi. At skapa betri fatan um, hvussu vit best møguligt tryggja samskifti umvegis alnótina.
Innihald
Skeiðið gevur eina innleiðing í grundleggjandi meginreglur innan teldu- og KT-trygd, einfaldar hóttanir og byrgjan upp fyri trygdarholum í telduumhvørvum. Hetta umfatar: modell og álop, trygdartænastur (trúnaður, fullkominleiki, gildi og tøki), dulmálsskrift: makaskapaðir lyklar (kubba-dultekstir, streym-dultekstir, AES, DES, osfr.) og ómakaskapað lykla-dulmálsskrift (RSA, diffie-helman, osfr.), góðkenning (HMAC) og talgildar undirskriftir, lykla-stýring og -útluting, brúkaragóðkenning, álops-uppdaging og fyribyrging, alnetstrygd (loyniorðarval, tráðleys net-trygd, teldupostur, IP-trygd), firewall, og trygdaramboð
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing og kjak sum viðvíkur KT-trygd, eins væl og teoretiskar og teldugrundaðar venjingar.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið skalt tú sum lesandi kunna: • skilja grundleggjandi trygdarhugtøk, og hvussu trygdarálop henda, • greiða frá hvussu summar dulmálsskriftar-protokollir, amboð og algoritmur virka, og hvar og hvussu tey kunnu verða brúkt, • greiða frá hvussu góðkenning og atgongdar-eftirlit kann gerast í ymsum teldu- og KT-skipanum, og eftirmeta styrki og veikleikar av hesum skipanum og viðgerðarmannagongdum, • brongla/avbrongla tekstir við at brúka ymsar klassiskar og nútímans dultekstir, og greiða frá teimum grundleggjandi mannagongdunum av hesum klassisku dultekstunum, • greiða frá teimum grundleggjandi mekanismunum, ið verða brúktar at avdúka átrokanarroyndir í telduskipanum, • læra at tryggja dátur í samskifti á alnótini, so sum tráðleyst samskifti og teldupostum, • brúka teldur og internet á ein tryggari hátt.
Próvtøkuháttur
 Ein kravd uppgáva verður givin í samand við undirvísingina o Uppgávan telur ikki víð í endaliga próvtalinum, men er skal standast fyri at sleppa til próvtøku.  Skrivlig próvtøka á 4 tímar uttan hjálpiamboð, bert penn og pappír
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Cryptography and Network Security: Principles and Practice (7th Edition) by William Stallings, Publisher: Pearson Education, 2016. ISBN-10: 1292158581. ISBN-13: 978-1292158587 https://www.amazon.co.uk/Cryptography-Network-Security-PrinciplesPractice/dp/1292158581/ref=tmm_pap_swatch_0?_encoding=UTF8&qid=1499093740&sr=8-1-fkmr0
Ábyrgd
Hans Blåsvær