5014.17 - Databasur og SQL


Skeiðsnummar
5014.17
Heiti
Databasur og SQL
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðing í teldufrøði, Innleiðandi forritan við C++ / Java.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at geva eina fyrstu innleiðing í databasur og DBMS-skipanir til umsiting av databasum, databasumáli SQL og bygnað av databasum.
Innihald
Skeiðið byrjar við eini innleiðing til DBMS-skipanir, tað heldur fram við umrøðu av ER-modelli, ER-diagram, relatiónsútrokningar og relatiónsskema. At enda vera 3NF, BCNF og design algoritmur umrøddar. Parametrar til goymslustøðir, og databasu-koyringar eru seinastu evnir í skeiðinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar, sum tey lesandi fáa við byrjan av skeiðinum. Loysnir verða gjøgnumgingnar í tímunum. Skeiðið byrjar í viku 23. mars 2017 við undirvísing hvønn mánadag og hósdag frá kl. 9 til 15 í 8 vikur. Undirvísingin verður avtalað nærri við skeiðsbyrjan. Undirvísingin fer fram í Ovastovu. Luttøka í tímunum verður staðiliga viðmæld.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: • gera eitt eksternt databasu model við brúk av ER-modellinum. • gera eitt tilsvarandi hugtaksligt databasu model fyri tað eksterna databasu modellið. • installera eina Postgres DBMS skipan og skapa eina databasu. • gera og koyra lág- til miðal torførar SQL fyrispurningar. • definera og forklára relatiónsdatabasu modellið, og tær mest týðandi data bindingar í hesum modelli. • forklára møguligu orsøkirnar og avleiðingarnar av endurtøku-avleiddum trupulleikum til viðlíkahald av data. • definera 3NF, BCNF og koyra syntesu algoritmuna til at náa 3NF. • greiða frá hví koyringar (transactions) vera brúktar og forklára ACID-koyringar. • greiða frá konflikt-seriabilitet og deadlock, og hví hesi hugtøk eru týðandi fyri koyringar.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er munnlig, grundað eitt bólkaarbeiði við einari rapport. Rapportin telur 50% og próvtøkan 50% í próvtøkumetinum. Lesandi sum ikki standa skeiðið fáa møguleika fyri at betra um rapportina og eina nýggja próvtøku.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Database System Concepts - Paperback, 6th edition, McGraw Hills Co. 2010 by Abraham Silberschatz, Henry F. Korth, and S. Sudarshan.
Ábyrgd
Hans Blaasvær