3123.15 - Fíggjarstýring


Skeiðsnummar
3123.15
Heiti
Fíggjarstýring
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við B-stig í støddfrøði.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at tann lesandi fær grundleggjandi førleikar til, á einum praktiskum og teoretiskum grundarlagi, at skilja og gera nýtslu av týðandi búskaparligum stýringsamboðum fyri vinnuligt virksemi.
Innihald
Definitión og klassifikatión av grundleggjandi búskaparligum og roknskaparligum hugtøkum. Inntøku- og kostnaðarlæra, harundir sølu, keyp, nýtslu, kostnað, íløgum og gjald av vørum. Uppseting av rakstrarroknskapi, pengastreymi og fíggjarstøðu. Gerð av fíggjarætlan. Roknskapargreining, harundir lýsing av rentabiliteti, vinningsføri og kapitaltillaging. Íløgulæra við atliti til innsett tilfeingi, framtíðar inntøkur/sparingar og krøv til avkast. Optimering/finna bestu sølunøgd í mun broytiligt inntøku- og kostnaðarmynstur, avmarkað tilfeingi og ymiskar kappingartreytir. Nýtsla av teoretiskum modellum og praktiskum metodur við rokniarki sum høvuðsamboði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin skilja hugtøkini framleiðsla/søla/inngjøld og keyp/kostnaður/útgjøld og verða førur fyri at seta ein rakstrarroknskap upp, rokna tøkan pening til ymiskar tíðir og seta fíggjarstøðu upp. Duga at gera fíggjarætlan og skilja týdningin at henni sum stýringsamboð. Duga at rokna og greina lyklatøl, sum lýsa roknskaparligu gongdina og at meta um gongdina í mun til onnur virkir og virkisbólkar. Duga at rokna kapitalvirði og meta um ein rakstraríløga er lønandi. Kenna teir klassisku kappingarformarnar og duga at optimera sølunøgd í mun til ymisk inntøku- og kostnaðarmynstur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar, har avrikið telur 2/3 av próvtalinum. Hjálparamboð loyvd. Tilsamans 3 innlatingar sum skulu góðkennast og tann seinasta telur 1/3 í próvtalinum. Fyri at standa skeiðið skal próvtalið fyri skrivligu próvtøkuna verða 2 ella meira og fyri 3. innlating 2 ella meira.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Erhvervsøkonomi - videregående uddannelser af Jørgen Waarst, Knud Erik Bang & Jan Furbo Sørensen Sprog: Dansk ISBN-13: 9788741257273 Sideantal: 415 https://www.saxo.com/dk/erhvervsoekonomi-videregaaende-uddannelser_knud-erik-bang_haeftet_9788741257273
Ábyrgd
Bárður Arnsteinsson Niclasen