5020.22 - Forritanar verkfrøði
Skeiðsnummar
5020.22
Heiti
Forritanar verkfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Ynskiligar fortreytir: ein breið almenn vitan og búning í KTverkfrøði til dømis hava tikið: Innleiðing í teldufrøði, Teldunetverk
og data samskifti, Innleiðandi forritan við python, Diskret
støddfrøði, Databasur og SQL, Innleiðing í Web skipanir,
Objektrættað forritan við Java 1, Algoritmur og datastrukturar,
Objektrættað forritan við Java 2, Stýriskipanir.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at fáa eitt gott innlit í forritanarverkfrøði, gera kanningar og menning innan evnið, og at gera eina
skrivliga verkætlanarfrágreiðing um ein spælimotor, sum verður
løgd fram og vard við munnligari próvtøku.
Innihald
Arbeiðshættir innan software menning og ymisk model fyri
skipanar-menning, har ein spælimotorur verður brúktur sum
gjøgnumgangandi dømi og uppgáva; við áherslu á góðsku,
dokumentatión og amboð innan software menning:
- software prosessir
- agil software menning
- kravfestingar-verkfrøði
- system modellering
- arkitekturur og design
- design og implementering
- forritað verður
- software testing
- software evolutión
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar og verkætlanar-arbeiði. Ein skrivlig
verkætlanar-frágreiðing verður kravd, og skal hon vera góðkend
fyri at sleppa til próvtøku í hesum skeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kunna:
- hættir og tøknir innan menning av skipanum
- objektrætting, UML
- skilja og greiða frá spælimotor-arkitekturi
- íverkseta eina spælimotor-prototypu við brúk av hættum
og tøknum, sum eru lærdir í hesum skeiði
- sum einstaklingur, ella í bólki, skriva eina greiða,
vælskipaða og væluppsetta (formliga stílsetta)
verkætlanarfrágreiðing, sum gevur eina góða lýsing
(skjalfesting) av gjørdu spælimotor-verkætlanini, umframt
at seta (perspektivera) gjørda arbeiðið í ein størri
samanhang innan t.d. nútíðar KT-menning, KT-íverkseting
og/ella KT-gransking.
- sum einstaklingur, leggja fram og munnliga verja skrivligu
verkætlanarfrágreiðingina.
Próvtøkuháttur
lesandi við góðkendum verkætlanum vera innstillaðir til
eina munnliga einstaklinga-próvtøku, har
verkætlanarfrágreiðingin hjá tí lesandi verður løgd fram
og vard. Harumframt fær tann lesandi spurningar til
próvtøkuna út frá undirvísingartilfarinum. Endaligt próvtal
verður givið eftir eini heildarmeting av bæði skrivligum og
munnligum avriki.
- lesandi, sum ikki standa munnligu próvtøkuna, sleppa til
endur-próvtøku.
- lesandi, sum ikki fingu sína verkætlan góðkenda fáa
próvtal 00/ikki staðið, og sleppa til endur-próvtøku, tá teir
hava latið eina góðkenda verkætlan inn, sum kann vera
ein rætting av upprunaligu verkætlanarfrágreiðingini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
ISE Software Engineering: A Practitioner's Approach
Paperback: 704 pages
Publisher: Maxim McGraw-Hill Education; 9 edition (05 Nov. 2019)
Language: English
ISBN-13: 978-1260548006
ISBN-10: 1260548007
https://www.amazon.com/ISE-SOFTWARE-ENGINEERINGPRACTITIONERS-APPROACH/dp/1260548007/
Game Engine Architecture, Third Edition, eftir Jason Gregory.
Hardcover: 1240 pages
Publisher: A K Peters/CRC Press; 3 edition (16 Aug. 2018)
Language: English
ISBN-13: 978-1138035454
ISBN-10: 1138035459
https://www.amazon.co.uk/Engine-Architecture-Third-JasonGregory/dp/1138035459/ref=sr_1_1?s=books&ie=UTF8&qid=154
5046993&sr=1-
1&keywords=Game+Engine+Architecture+third+edition+Jason+Gr
egory
Ábyrgd
Hannes Gislason