5027.17 - KT-trygd


Skeiðsnummar
5027.17
Heiti
KT-trygd
ECTS
7,5
Fortreytir
Teldunetverk og data samskifti
Endamál
Við alsamt vaksandi talgildum samskifti er alneyðugt at tryggja teldur, teldunetverk og alnetið best møguligt ímóti álopum. Tað merkir at tryggja bæði persónlig samskiftistól og netverk hjá bæði feløgum, stovnum og einstaklingum. Hetta skeiðið er ein innleiðing í netverks- og KT-trygd, hvørs mál er at viðgera týðandi tøknilig hugtøk og fyribrigdi við atliti til vágaligur teldur og netverks-umhvørvi, sum vit hava við at gera í okkara gerandisdegi. At skapa betri fatan um, hvussu vit best møguligt tryggja samskifti umvegis alnótina.
Innihald
Skeiðið gevur eina innleiðing í grundleggjandi meginreglur innan teldu- og KT-trygd, einfaldar hóttanir og byrgjan upp fyri trygdarholum í telduumhvørvum. Hetta umfatar: model og álop, trygdartænastur (trúnaður, fullkominleiki, játtan, gildi, og ábyrging), dulmálsskrift: makaskapaðir lyklar (kubba-dultekstir, streym-dultekstir, AES, DES, osfr.) og ómakaskapað lykla-dulmálsskrift (RSA, diffie-helman, osfr.), samgildi (HMAC) og talgildar undirskriftir, lykla-leiðsla og -útluting, brúkara-samgildi, álops-uppdaging og fyribyrging, alnetstrygd (loyniorðarval, cloud-trygd, tráðleys netverks-trygd, teldupostur, IP-trygd), virus, firewall, og trygdaramboð.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing og kjak sum viðvíkur KT-trygd, eins væl og teoretiskar og teldugrundaðar venjingar.
Læruúrtøka
Eftir staðið skeið skalt tú sum lesandi kunna: • skilja grundleggjandi trygdarhugtøk, og hvussu trygdarálop henda, • greiða frá hvussu summar dulmálsskriftar-protokollir, amboð og algoritmur virka, og hvar og hvussu tey kunnu verða brúkt, • greiða frá hvussu samgildi og atgongdar-eftirlit kann gerast í ymsum teldu- og KT-skipanum, og eftirmeta styrki og veikleikar av hesum skipanum og viðgerðarmannagongdum, • brongla/avbrongla tekstir við at brúka ymsar klassiskar og nútímans dultekstir, og greiða frá teimum grundleggjandi mannagongdunum av hesum klassisku dultekstunum, sum førdu til teir nútímans brongluhættirnar (t.e. substitutión og umskifti), • greiða frá teimum grundleggjandi mekanismunum, ið verða brúktar at avdúka átrokanarroyndir í telduskipanum. • Læra at tryggja dátur í clouds og samskifti á alnótini, so sum teldupostum. • Brúka teldur og internet á einum tryggari grundvølli.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka á 4 tímar uttan hjálpiamboð Legg til merkis: Ein kravd roynd (uttan próvtal) skal vera staðin fyri at kunna luttaka til endaligu próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Cryptography and Network Security: Principles and Practice (7th Edition) by William Stallings, Publisher: Pearson Education, 2016. ISBN-10: 1292158581. ISBN-13: 978-1292158587 https://www.amazon.co.uk/Cryptography-Network-Security-Principles-Practice/dp/1292158581/ref=tmm_pap_swatch_0?_encoding=UTF8&qid=1499093740&sr=8-1-fkmr0 Computer and Information Security Hand Book (3rd Edition) by John R. Vacca, Publisher: Morgan Kaufman, 2017. ISBN-10: 0128038438, ISBN-13: 978-0128038437 (ikki kravd)
Ábyrgd
Ali Kashif Bashir