5028.14 - Verkætlanarleiðsla


Skeiðsnummar
5028.14
Heiti
Verkætlanarleiðsla
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við B-stigi í støddfrøði.
Endamál
At geva eitt grundleggjandi innlit í viðkomandi amboð og háttalag innan verkætlanarleiðslu við tí fyri eyga at leggja til rættis og gjøgnumføra verkætlanir – dent á KT verkætlanir. At skilja leiklutin, sum verkætlanarleiðarin hevur og hvørjar uppgávur viðkomandi eigur at loysa. At skipa eina verkætlan á ein sjálvstøðugan hátt, at leggja fram fyri onnur og fáa eftirmeting.
Innihald
Projekt støðan (the business case). Projektdømir og eyðkenni: Generelt og fyri KT verkætlanir, projekttilgongdin (‘Waterfall, Spiral, Agile’), Áseta vavið (Project Scope). Projektleiðarin: Samskiftis- og leiðsluháttir, projektskipanin, projekttoymið og projektumhvørvið. Projektgongdin (KT verkætlanir): fasur, mál, ‘to-do list’, ‘Working Breakdown Structure’, ‘Work packages’, ‘Network diagrams’, veitingar og ‘releases’, mílapelar og stýring. Projektgreiningar: Vandamálsgreining, greining av áhugabólkum, kostnaðarætlan (estimering, ‘cost benefit, breakeven’), góðskuætlan/stýring, tíðarætlan (GANTT).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Venjingar við ’cases’ – loysa trupulleikar. Skipa projektætlan í bólkum. Studentaframløgur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera førur fyri at: - Tilrættisleggja verkætlan við støði í hentum verkætlanaramboðum, sum eru viðgjørd í skeiðstilfarinum. - Greina týðandi leiðslu- og samskiftisháttir sum verkætlanarleiðari eigur at fyrihalda seg til í mun til verkætlanarumstøður og tilfeingi. - Greina ‘scope’, vandamál, áhugabólkar og tíðarnýtslu fyri verkætlanir. - Estimera kostnaðir fyri verkætlanir.
Próvtøkuháttur
Tvær innlatingar til góðkenningar áðrenn próvtøku. Ein próvtøkuverkætlan og ein munnlig próvtøka, har verkætlanin verður løgd fram og vard, umframt ein eftirmeting av ástøðiliga kunnleikanum til próvtilfarið innan verkætlanarleiðslu. Lesandi við góðkendum innlatingum, og sum hava latið eina verkætlan inn, vera innstillaðir til munnliga einstaklinga-próvtøku, har endaligt próvtal verður givið eftir eini vektaðari heildarmeting av bæði skrivligum og munnligum avriki: - skrivlig próvtøkuverkætlan (40%), - munnlig framløga og verja av verkætlan (30%) - ástøðiligur kunnleiki til próvtilfarið innan verkætlanarleiðslu (30%). Lesandi, sum hava gjørt góðkendar innlatingar og verkætlanina, men ikki standa munnligu próvtøkuna, sleppa til endur-próvtøku. Lesandi, sum ikki gjørdu tey kravdu avrikini, og tí ikki vóru innstillaðir til munnligu próvtøkuna fáa próvtal 00/ikki staðið. Hesir sleppa til endur-próvtøku, tá teir hava gjørt góðkendar innlatingar, og hava latið eina verkætlan inn.
Próvdøming
Uttanhýsis
Lestrarlisti
James Cadle and Donald Yeates, Project Management for Information Systems, 5th Edition, Pearson Prentice Hall, 2008. Paperback: 464 pages ISBN-13: 978-0132068581 http://www.amazon.co.uk/Project-Management-Information-Systems-James/dp/0132068583/ref=dp_ob_title_bk Kompendium: IT projektledelse & Software produkter, Peter Looms & Claus S. Friis, 2011: Agile Development, The Mythical Man Month, Stakeholder Analysis
Ábyrgd
Hannes Gislason