5029.19 - Fíggjarstýring
Skeiðsnummar
5029.19
Heiti
Fíggjarstýring
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við B-stig í støddfrøði
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at tann lesandi fær grundleggjandi
førleikar til, á einum praktiskum og teoretiskum grundarlagi, at
skilja og gera nýtslu av týðandi búskaparligum stýringsamboðum
fyri vinnuligt virksemi.
Innihald
Definitión og klassifikatión av grundleggjandi búskaparligum og
roknskaparligum hugtøkum. Inntøku- og kostnaðarlæra, harundir
sølu, keyp, nýtslu, kostnað, íløgum og gjald av vørum. Uppseting
av rakstrarroknskapi, pengastreymi og fíggjarstøðu. Gerð av
fíggjarætlan. Roknskapargreining, harundir lýsing av rentabiliteti,
vinningsføri og kapitaltillaging. Íløgulæra við atliti til innsett
tilfeingi, framtíðar inntøkur/sparingar og krøv til avkast.
Optimering/finna bestu sølunøgd í mun broytiligt inntøku- og
kostnaðarmynstur, avmarkað tilfeingi og ymiskar kappingartreytir.
Nýtsla av teoretiskum modellum og praktiskum metodur við
rokniarki sum høvuðsamboði.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin skilja hugtøkini
framleiðsla/søla/inngjøld og keyp/kostnaður/útgjøld og verða
førur fyri at seta ein rakstrarroknskap upp, rokna tøkan pening til
ymiskar tíðir og seta fíggjarstøðu upp. Duga at gera fíggjarætlan
og skilja týdningin at henni sum stýringsamboð. Duga at rokna og
greina lyklatøl, sum lýsa roknskaparligu gongdina og at meta um
gongdina í mun til onnur virkir og virkisbólkar. Duga at rokna
kapitalvirði og meta um ein rakstraríløga er lønandi. Kenna teir
klassisku kappingarformarnar og duga at optimera sølunøgd í mun
til ymisk inntøku- og kostnaðarmynstur.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í fýra tímar, sum telur 100% av próvtalinum.
Hjálparamboð loyvd. Tilsamans 3 innlatingar, har minst tvær tær
fyrstu skulu vera góðkendar til avtalaðar tíðarfreistir fyri at kunna
innskrivast til próvtøkuna.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Erhvervsøkonomi - videregående uddannelser
af Jan Furbo Sørensen, Knud Erik Bang & Bo Sundvang
ISBN13:
9788741275079
Udgivelsesdato:
01-08-2019 Sprog: Dansk
Udgave: 5.
https://www.saxo.com/dk/erhvervsoekonomi-videregaaendeuddannelser_knud-erik-bangjan-furbo-soerensenbosundvang_haeftet_9788741275079
Ábyrgd
Hannes Gislason