5037.20 - Innleiðandi forritan við Python
Skeiðsnummar
5037.20
Heiti
Innleiðandi forritan við Python
ECTS
7,5
Fortreytir
Skeiðið: Innleiðing í teldufrøði (7,5 ECTS).
Endamál
At geva eina innleiðing í forritan og læra at gera einføld forrit við Python grundað á forskriftarforritan.
Innihald
Grundleggjandi forritan. Sekvensir, iteratión og val sum grundarlag fyri forritan av algoritmum. Datatypur og operatorar. Tú fert at brúka deilforrit, funktiónir, og kotusøvn (libraries) í Python til skipan av forritum og til endurnýtslu av kotu:
- syntaks og semantikkur
- einfaldar datatypur og innbygdir operatorar í Python,
- variablar,
- sekvensir, val og iteratión,
- skipan av forritanarkotu, flowchart, og pseudokota,
- funktiónir,
- nýtsla av kotusavns-funktiónum (library functions),
- klassar og objekt í standardkotusavni til inn- og útlesing av data,
- algoritmur til leitan og sortering,
- versiónshandfaring og nøkur einføld git-stýriboð.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar, og heimauppgávur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal lesandi vera før/ur fyri at:
- skriva einføld Python-forrit grundaði á forskriftar-forritanar-háttin
- menna einfaldar algoritmur
- brúka innbygdar hentleikar í Python til iteratón og val
- brúka innbygdar datatypur og økjandi tilluting (augmented assignment) í einføldum algoritmum
- skilmarka funktionalitet í parti/pørtum av forriti og gera hetta um til funktiónir
- brúka parametrar og returvirðir til at flyta data ímillum ymsar programlutir
- skitsera og tulka pseudokodu og implementera samsvarandi forritanarkotu
- lýsa og skriva einfaldar algoritmur til leitan og sortering, sum svara til metodir í Python’sa standard kotusavni
- brúka ymiskar input/output-streams til inn- og útlesing av data
- brúka útlutaða versiónsstýring og nøkur einføld git-stýriboð til goymslu, innlating og/ella dagføring av kotu og uppgávum
Próvtøkuháttur
Fýra kravdar innlatingar í fyrru helvt av skeiðnum (góðkent/ikki góðkent), og síðani ein størri (bólka)verkætlan. Allar innlatingar og verkætlan skulu latast inn til avtalaðar tíðir. Munnlig próvtøka sum tekur støði í verkætlanini umframt teoretiskar spurningar.
Gev gætur: tær fýra innlatingarnar skulu vera góðkendar fyri at kunna innskrivast til próvtøkuna.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Deitel, P., Deitel, H.: Intro to Python for Computer Science and Data Science: Learning to Program with AI, Big Data and The Cloud. Paperback: 880 pages. Publisher: Pearson (15 Feb. 2019). Language: English.
ISBN-10: 0135404673
ISBN-13: 978-0135404676
https://www.amazon.co.uk/Introduction-Python-Computer-Data-Sciences/dp/0135404673/ref=sr_1_1?crid=2NG9LMY3AQLTC&dchild=1&keywords=intro+to+python+for+computer+science+and+data+science&qid=1589217677&sprefix=intro+to+python%2Caps%2C179&sr=8-1
Ábyrgd
Hannes Gislason