5039.21 - Objektrættað forritan við Java 1


Skeiðsnummar
5039.21
Heiti
Objektrættað forritan við Java 1
ECTS
7,5
Fortreytir
Staðið: - 5010.16 Innleiðing í teldufrøði - 5037.20 Innleiðandi forritan við Python Viðmælt staðið: - 5016.20 Teldunetverk og data samskift
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva eina innleiðing í objektgrundað hugtøk og objektgrundaða forritan við kravfesting, íverksetan og brúk av klassum í Java. Áherðsla er á klassahugtakið og á nýtslu av objektum. Lært verður eisini um brúk av dynamiskum minni, referansum og rekursión; og um vanligar abstraktar datatypur. UML- modelmálið verður lýst innleiðandi.
Innihald
• Objecktorienterað hugtøk: Klassar, limir, objektir, attributtar, referansur, operatiónir, instansur, arvur, innkapsling, polymorfisma, relatiónir v.m. • Kravfesting og implementering av klassum í Java. • Kontrolstrukurar, streymar og fílhandfaring. • Abstraktión og felags markamót. • IO-handfaring, undantøk og serialisering. • Vanligar iteratiónir og rekursivar algoritmur. • Egnar implementeringar av sorterings- og leitingar-algoritmum. • UML-diagram fyri klassar, objekt, aktivitetir og sekvensar. • JVM – Java Virtual Machine & JIT Compiler– Just-In-Time Compiler. •
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, uppgávuarbeiði umframt verkætlanararbeiði við sjálvlestri og bólkaarbeiði. Ein skrivlig verkætlanarfrágreiðing verður kravd, og skal hon vera góðkend fyri at sleppa til próvtøku í hesum skeiði. Eisini eru kravdar innlatingar, ið skulu vera mettar til ”staðið”, fyri at sleppa til próvtøku. Møtiskylda kann vera í skeiðnum.
Læruúrtøka
Eftir skeiðslok skal lesandi vera før/ur fyri at: • Lýsa og brúka vanligastu amboðini ið eru í Java meningarumhvørvinum (Java Development Kit, JDK). • Greiða frá muninum millum avgreiðing av konventionellum forritum og Java forritum í serliga Java umhvørvinum. • Brúka Java á grunnleggjandi hátt, herundir brúka variablar, metodur, klassar, objektir, undantøk og einfaldar lista-strukturar. • Lýsa sambandið millum støðuna á einum objekti og tess atburð. • Lýsa klassahieraki og -arv. • Brúka polymorfismu við klassasubstititutión. • Gangnýta objektorienteraði forritanarhugtøk til at loysa specifikkar uppgávur. • Lýsa grunnleggjandi klassadesign og týdningin av at halda sterkan samanhangsmátt og veika treytan. • Gangnýta feil- og undantakshandfaring. • Lýsa tydningin av stødding (scalability) • Gagnnýta iteratiónir, rekursión, metodu overloading og undantakshandfaring. • Skapa forrit har loysnin verður deild upp í einfaldar partar við klassum og metodum. • Kravfesta og implementera egnar klassar og gera samsvarandi klassadiagram í UML. • Kravfesta og implementera ein vanligan abstraktan datastruktur sum ein klassa og brúka hann. • Brúka objekt av øðrum typum sum datalimir í einum klassa. • Brúka referansur í praktiskari forritan og í sambandi við brúk av dynamiskum minni. • Lýsa, greina og gangnýta munir og líkheitir ímillum referansur (by reference) og virði (by value). • Lýsa munin ímillum djúpa og grunna kopiering, og kunna umbroyta kodu í hesum sambandi.
Próvtøkuháttur
Skrivlig verkætlan við munnligari verju.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Deitel & Deitel Java How to Program, Early Objects, Global Edition, Eleventh Edition, ISBN-10: 9781292223858; ISBN-13: 978-1292223858 Umframt møguliga supplerandi tilfar frá netinum.
Ábyrgd
Jari í Hjøllum