5011.17 - Java fyri C++ forritarar


Skeiðsnummar
5011.17
Heiti
Java fyri C++ forritarar
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðing í teldufrøði (7,5 ECTS), Innleiðandi forritan við C++ (7,5 ECTS), Objekt-grundað forritan við C++ (7,5 ECTS), Objektrættað forritan við C++ (7,5 ECTS)
Endamál
Skeiðið lýsir munir - ástøðiligar og praktiskar - ímillum C++ og Java, og miðar eftir eini smidligari yvirgongd til Java fyri C++ forritarar.
Innihald
- Ástøðiligir og praktiskir munir millum Java og C++. - Menningar- og koyrings-umhvørvið í Java. - Amboð (t.d. Eclipse) til íverkseting og debug av skipanum, sum eru forritaðar í Java. - At brúka skjalfestingarnar í Java. - Savningar, Generics, Streymar, Funktionellar flatur, Lambda funktiónir og aðrar møguleikar enn null (Val-klassar). - IO-umsiting, undantøk og serialisering. - Design av brúkaraflatum við at brúka Swing, SwingUtilities og 2D grafik. - Klient-servara forritan við træðrum, Sockets og Datagrammum. - Klassar í java.time pakkanum til at handfara dagar og tíðir.
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki: DT062G Java för C++ programmerare, / DT062G Java for C++ Programmers, umframt stuðulsundirvísing á NVD (uml. 3 tímar/viku).
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: - kenna munir ímillum C++ og Java serliga viðv. syntaksi, arvi og stýring av minni (memory allocation), - implementera lambdafunktiónir, - tillaga valið av savningar-klassum fyri ymiskar uppgávur, - deklarativ forritan við Java stream-pakkanum, - brúka grafiska brúkaraflatu (GUI) træðrir, - brúka 2D grafik í Java, - brúka standard GUI komponentar, layout manager og event lurtarar / - klassar, - skriva forrit sum samskifta umvegis eitt netverk, og - brúka ymiskar pakkar í Java til at arbeiða mótvegis fílum og at serialisera objektir.
Próvtøkuháttur
Góðkendar innlatingar telja 4 ECTS, og ein roynd telur 3,5 ECTS, sum verður dømd eftir ECTS-stiganum til endaligt próvtal fyri skeiðið. Legg til merkis: Næmingar sum ikki hava latið ta fyrstu innlatingina inn innan 3 vikur, frá tí at skeiðið byrjaði, verða roknað sum óvirkin og koma tí at missa sítt pláss á skeiðnum.
Lestrarlisti
Rithøvundur: Herbert Schildt Heiti: Java: The Complete Reference Útgáva: 2014, 9:e ella seinni Útgevari: McGraw-Hill Vevsíða (kann vera broytt/dagførd): http://www.mheducation.co.uk/9780071808552-emea-java-the-completereference
Ábyrgd
Hannes Gislason