5013.14 - Innleiðandi forritan við C++


Skeiðsnummar
5013.14
Heiti
Innleiðandi forritan við C++
ECTS
7,5
Fortreytir
Skeiðið: Innleiðing í teldufrøði (7,5 ECTS)
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva eina innleiðing í C++ og í forritan av einføldum forritum við C++.
Innihald
Grundleggjandi forritan. Sekvens, iteratión og val sum grundarlag fyri forritan av algoritmum. Datatypur og operatorar. Tú vilt brúka deilforrit, funktiónir og søvn (libraries) í C++ til skipan av forritum og til endurnýtslu av kotu: - einfaldar datatypur og innbygdir operatorar í C++ - sekvens, val og iteratión - strukturering av forritum, flowchart og pseudokoda - funktiónir og yvurlagring av funktiónum - parameturyvirføring við virðis- og referensuparametrum - brúk av klassa-templates í standardbókasavni fyri streingir og kollektiónir - klassar og objekt í standardbókasavni til inn- og útlesing av data - algoritmur til leitan og sortering
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki: DT018G Introduktion till programmering i C++, / DT018G Introduction to Programming in C++, umframt stuðulsundirvísing á NVD (uml. 3 tímar/viku).
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: - forrita einføld C++-forrit grundaði á proceduru-forritanar háttin, - brúka innbyggdar hentleikar til iteratón og val, - brúka innbygdar typur og broytiligar operatorar, - eyðmerkja avmarkaði deil-forrit og gera tey um til funktiónir, - brúka parametrar til at yvirføra data ímillum ymisk program-modul, - brúka pseudokodu til at gera einføld deil-forrit, - gera einfaldar algoritmur, - kenna og kunna gera einfaldar algoritmur til leitan og sortering sum samsvara við templates í standardbókasavni, - brúka klassa-templates úr standardbókasavni til streingir og kollektiónir , - brúka ymiskar input/output-streams til inn- og útlesing av data
Próvtøkuháttur
Góðkendar innlatingar telja 3 ECTS, og ein góðkend roynd í teori telur 1.5 ECTS. Verkætlan telur 3 ECTS, og hon verður dømd eftir ECTS-skalanum til endaligt próvtal fyri skeiðið. Legg til merkis: tey lesandi sum ikki hava gjørt nakað umbiðið avrik innan 3 vikur frá tí at skeiðið byrjaði, kunna risikera at missa sítt pláss á skeiðnum.
Lestrarlisti
Lippman, B. Stanley, Lajoie, Josée, Moo, E. Barbara., C++ Primer, Addison Wesley, 5 edition (2012), ISBN-13: 978-0-321-71411-4 http://www.amazon.co.uk/C-Primer-Stanley-B-Lippman/dp/0321714113/ref=sr_1_1?s=books&ie=UTF8&qid=1412075491&sr=1-1&keywords=9780321714114
Ábyrgd
Hannes Gislason