5015.17 - Objekt-grundað forritan við C++


Skeiðsnummar
5015.17
Heiti
Objekt-grundað forritan við C++
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðing í teldufrøði (7,5 ECTS), Innleiðandi forritan við C++ (7,5 ECTS)
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva eina innleiðing í objektgrundaði hugtøk og objekt-grundaða forritan við kravfesting, íverksetan og brúk av klassum í C++. Áherðsla er á klassahugtakið og á nýtslu av objektum. Lært verður eisini um brúk av dynamiskum minni, peikarum og rekursión; og um vanligar abstraktar datatypur sum kø, stackar og listar. UML- modelmálið verður lýst innleiðandi.
Innihald
- objekt-grundaði hugtøk: klassar, limir, operatiónir, attributtar, objekt, instansur, arvur, relatión, samskifti v.m. - kravfesting og íverkseting av klassum í C++ - umbroyting av operatorum - konst.-deklaratiónir - abstraktar datatypur sum kø, stackar og listar - brúk av dynamiskum minni - peikarar og teirra tillagingar - iteratiónir í standardbókasavni, eisini sambandið til peikarar - rekursivar algoritmur - byngjuklassar i standardbókasavni - egnar íverksetingar av sorterings- og leitingar-algoritmum - UML-diagram fyri klassar, objekt, aktivitetir og sekvensar
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki, umframt stuðulsundirvísing á NVD (uml. 3 tímar/viku).
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: - brúka umbroyting av operatorum - gagnýta konstantar typur fyri limir, objektreferansur og peikarar - brúka peikarar í praktiskari forritan og í sambandi við brúk av dynamiskum minni - gagnnýta iteratiónir í standardbókasavni - greina munir og líkheitir ímillum peikarar og referansur - kravfesta og íverkseta egnar klassar og gera tilsvarandi klassadiagram í UML - brúka objekt av øðrum typum sum datalimir í einum klassa - greina munin ímillum djúpa og grunna kopiering, og kunna umbroyta neyðugar operatorar í hesum sambandi - kravfesta og íverkseta onkran vanligan abstraktan datastruktur sum ein klassa og kunna brúka hendan klassa - brúka rekursión
Próvtøkuháttur
Góðkendar innlatingar telja 3 ECTS, og ein góðkend roynd í teori telur 1.5 ECTS. Verkætlan telur 3 ECTS, og hon verður dømd eftir ECTS-skalanum til endaligt próvtal fyri skeiðið. Legg til merkis: tey lesandi sum ikki hava gjørt nakað umbiðið avrik innan 3 vikur frá tí at skeiðið byrjaði, kunna risikera at missa sítt pláss á skeiðnum.
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lippman, B. Stanley, Lajoie, Josée, Moo, E. Barbara., C++ Primer, Addison Wesley, 5 edition (2012), ISBN-13: 978-0-321-71411-4 http://www.amazon.co.uk/C-Primer-Stanley-B-Lippman/dp/0321714113/ref=sr_1_1?s=books&ie=UTF8&qid=1412075491&sr=1-1&keywords=9780321714114
Ábyrgd
Hannes Gislason