5017.15 - Stýriskipanir
Skeiðsnummar
5017.15
Heiti
Stýriskipanir
ECTS
7,5
Fortreytir
Innleiðing í teldufrøði (7,5 ECTS) og Innleiðandi forritan við C++ / Java.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at geva ein inngang til grundleggjandi hugtøk, hættir og bygnað av nútíðar stýrisskipanum til teldur, t.d. Linux og Windows. Hesi vera gjøgnumgingin, greinað, samanborin og praktiskar royndir verða eisini gjørdar.
Innihald
Bygnaður av stýrisskipanum, grundleggjandi hugtøk (funkur, sniðgeving og bygnaður av einari stýrisskipan, felags hugtøk í øllum stýrisskipanum, hvussu stýriskipanir hava ment seg og bygnaður av tólmenni), prosess stýring (raðfesting, samhendingar-trupulleikar, samskifti og deadlock), minni og goymslustýring, spjaddar skipanir, spjatt samskifti, samskipan og spjaddar fíluskipanir. Stakkanningar og royndir við Linux og Windows 7.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, teoretiskar og praktiskar venjingar
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kunna:
Skilja grundleggjandi meginreglur fyri greining, sniðgeving og menning av stýrisskipanum
Kenna høvuðspartarnar í einari stýrisskipan
Sameina stýrisskipan og forritanarmál, fyri at loysa trupulleikar sum t.d. interruptstýring, hættir til prosess-samskipan/stýring og raðfesting av tilfeingisatgongd
Staðfesta markamót ímillum stýrisskipan og aðrar eindir (tól- og rit-búnaður)
Próvtøkuháttur
Skrivlig 4 tímars próvtøka uttan hjálparamboðum (eingin telda, bók ella annað tilfar til skeiðið)
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Operating System Concepts Paperback – 10 May 2013
by Abraham Silberschatz, Peter B. Galvin, Greg Gagne
more details:
Paperback: 880 pages
Publisher: John Wiley & Sons; 9th Edition International Student
Language: English
ISBN-10: 1118093755
ISBN-13: 978-1118093757
http://www.amazon.co.uk/Operating-System-Concepts-Abraham-Silberschatz/dp/1118093755/ref=sr_1_1?s=books&ie=UTF8&qid=1426005421&sr=1-1&keywords=Operating+System+Concept
Ábyrgd
Qin Xin