5020.19 - Forritanar verkfrøði


Skeiðsnummar
5020.19
Heiti
Forritanar verkfrøði
ECTS
7,5
Fortreytir
Hetta skeiðið liggur seint í útbúgvingini tá 20 onnur skeið (150 ECTS) hava verið. Ynskiligar fortreytir er tí ein breið almenn vitan og búning svarandi til minst uml. 15 skeið (112,5 ECTS) úr KT-verkfrøði útbúgvingini, t.d.: Innleiðing í teldufrøði, Teldunetverk og data samskifti, Innleiðandi forritan við C++, Støddfrøði 1 til Kunningartøkni, Objektgrundað forritan við C++, Databasur og SQL, Innleiðing í Web skipanir, Objektrættað forritan við C++, Algoritmur og datastrukturar, Design mynstur við C++, Stýriskipanir, Datatrygd og góðska av forritum, Web skipanir við ASP.NET/C#, Verkætlanarleiðsla, KT-verkætlan.
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at fáa eitt gott innlit í forritanar-verkfrøði, gera kanningar og menning innan evnið, og at gera eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing um ein spælimotor, sum verður løgd fram og vard við munnligari próvtøku.
Innihald
Arbeiðshættir innan software menning og ymisk model fyri skipanar-menning, har ein spælimotorur verður brúktur sum gjøgnumgangandi dømi og uppgáva; við áherslu á góðsku, dokumentatión og amboð innan software menning: - software prosessir - agil software menning - kravfestingar-verkfrøði - system modellering - arkitekturur og design - design og implementering - forritað verður - software testing - software evolutión
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, venjingar og verkætlanar-arbeiði. Ein skrivlig verkætlanar-frágreiðing verður kravd, og skal hon vera góðkend fyri at sleppa til próvtøku í hesum skeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kunna: - hættir og tøknir innan menning av skipanum - objektrætting, UML - skilja og greiða frá spælimotor-arkitekturi - íverkseta eina spælimotor-prototypu við brúk av hættum og tøknum, sum eru lærdir í hesum skeiði - sum einstaklingur, ella í bólki, skriva eina greiða, vælskipaða og væluppsetta (formliga stílsetta) verkætlanarfrágreiðing, sum gevur eina góða lýsing (skjalfesting) av gjørdu spælimotor-verkætlanini, umframt at seta (perspektivera) gjørda arbeiðið í ein størri samanhang innan t.d. nútíðar KT-menning, KT-íverkseting og/ella KT-gransking. - sum einstaklingur, leggja fram og munnliga verja skrivligu verkætlanarfrágreiðingina.
Próvtøkuháttur
- lesandi við góðkendum verkætlanum vera innstillaðir til eina munnliga einstaklinga-próvtøku, har verkætlanarfrágreiðingin hjá tí lesandi verður løgd fram og vard. Endaligt próvtal verður givið eftir eini heildarmeting av bæði skrivligum og munnligum avriki. - lesandi, sum ikki standa munnligu próvtøkuna, sleppa til endur-próvtøku. - lesandi, sum ikki fingu sína verkætlan góðkenda fáa próvtal 00/ikki staðið, og sleppa til endur-próvtøku, tá teir hava latið eina góðkenda verkætlan inn, sum kann vera ein rætting av upprunaligu verkætlanarfrágreiðingini.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Software Engineering: a Practitioner’s Approach, Roger S. Pressman & Bruce Maxim Paperback: 976 pages McGraw-Hill Education; 8 edition (16 Mar. 2014) Language: English ISBN-13: 978-0078022128 ISBN-10: 9780078022128 https://www.amazon.co.uk/Software-Engineering-Practitioners-Roger-Pressman/dp/0078022126/ref=sr_1_1?s=books&ie=UTF8&qid=1545047516&sr=1-1&keywords=ISBN-13%3A+978-0078022128 Game Engine Architecture, Third Edition, eftir Jason Gregory. Hardcover: 1240 pages Publisher: A K Peters/CRC Press; 3 edition (16 Aug. 2018) Language: English ISBN-13: 978-1138035454 ISBN-10: 1138035459 https://www.amazon.co.uk/Engine-Architecture-Third-Jason-Gregory/dp/1138035459/ref=sr_1_1?s=books&ie=UTF8&qid=1545046993&sr=1-1&keywords=Game+Engine+Architecture+third+edition+Jason+Gregory
Ábyrgd
Hannes Gislason