5025.16 - KT-verkætlan


Skeiðsnummar
5025.16
Heiti
KT-verkætlan
ECTS
7,5
Fortreytir
Hetta skeiðið liggur seint í útbúgvingini tá 18 onnur skeið (135 ECTS) hava verið. Ynskiligar fortreytir er tí ein breið almenn vitan og búning svarandi til minst uml. 10 skeið (75 ECTS) úr KT-verkfrøði útbúgvingini, t.d.: Innleiðing í teldufrøði, Teldunetverk og data samskifti, Innleiðandi forritan við C++, Støddfrøði 1 til Kunningartøkni, Objektgrundað forritan við C++, Objektrættað forritan við C++, Databasur og SQL, Innleiðing í Web skipanir, Algoritmur og datastrukturar, Stýriskipanir.
Endamál
Endamálið við hesum verkætlanar-skeiði er at fáa eitt gott innlit í eitt ávíst KT-øki so sum forritanar-verkfrøði, KT-tøkni ella teldufrøði, gera kanningar og menning innan evnið, og at gera eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing, sum verður løgd fram og vard við munnligari próvtøku. Hetta gevur royndir við verkætlanararbeiði, og við val av evnum, sum fyrireiking til bachelor-verkætlanina.
Innihald
Evni verða vald av teimum lesandi í samráði við vegleiðarar. Skeiðið kann eisini brúkast til smærri verkætlanir í samstarvi við vinnuna.
Læru- og undirvísingarhættir
Verkætlanar-arbeiði við sjálvlestri og bólkaarbeiði. Ein skrivlig verkætlanar-frágreiðing verður kravd, og skal hon vera góðkend fyri at sleppa til próvtøku í hesum skeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt, skal tann lesandi kunna: - á vælskipaðan hátt eftir givnari vegleiðing um val av evni, deilmál og tíðarfreistir, sjálvstøðugt gjøgnumføra eitt minni KT-verkætlanar-arbeiði. - kritiskt søkja, velja og nýta álítandi og nútíðarhóskandi vitan innan valda evnið úr lærubókum, frá internetinum ella frá øðrum keldum, og geva greiðar kelduávísingar til brúktar keldur. - sum einstaklingur, ella í bólki, skriva eina greiða, vælskipaða og væluppsetta (formliga stílsetta) verkætlanarfrágreiðing, sum gevur eina góða lýsing (skjalfesting) av gjørdu verkætlanini, umframt at seta (perspektivera) gjørda arbeiðið í ein størri samanhang innan t.d. nútíðar KT-menning, KT-íverkseting og/ella KT-gransking. - sum einstaklingur, leggja fram og munnliga verja skrivligu verkætlanarfrágreiðingina.
Próvtøkuháttur
- lesandi við góðkendum verkætlanum vera innstillaðir til eina munnliga einstaklinga-próvtøku, har verkætlanarfrágreiðingin hjá tí lesandi verður løgd fram og vard. Endaligt próvtal verður givið eftir eini heildarmeting av bæði skrivligum og munnligum avriki. - lesandi, sum ikki standa munnligu próvtøkuna, sleppa til endur-próvtøku. - lesandi, sum ikki fingu sína verkætlan góðkenda fáa próvtal 00/ikki staðið, og sleppa til endur-próvtøku, tá teir hava latið eina góðkenda verkætlan inn, sum kann vera ein rætting av upprunaligu verkætlanarfrágreiðingini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Vegleiðandi lærubók til KT-verkætlan, og til seinni brúk, til B.Sc.-verkætlanina: Mikael Berndtsson, Jörgen Hansson, B. Olsson: Thesis Projects: A Guide for Students in Computer Science and Information Systems, Springer, 2008. Paperback: 172 pages ISBN-13: 978-1848000087 http://www.amazon.co.uk/Thesis-Projects-Students-Computer-Information/dp/1848000081/ref=sr_1_1?s=books&ie=UTF8&qid=1412160853&sr=1-1&keywords=Thesis+Projects%3A+A+Guide+for+Students Skeiðið KT-verkætlan er grundað á bólkaarbeiði og verkætlanir við brúk av The Arduino Starter Kit (www.arduino.cc), sum er keypt av NVD. Byrjunar-vegleiðing og nøkur hugskot til verkætlanir eru í tilhoyrandi vegleiðingsbók til The Arduino Starter Kit, og annars úr ókeypis tilfari á internetinum, sum t.d.: “30 Arduino Projects for the Evil Genius” og frá Arduino heimasíðuni.
Ábyrgd
Hannes Gislason