5032.16 - Forritan til Android


Skeiðsnummar
5032.16
Heiti
Forritan til Android
ECTS
7,5
Fortreytir
30 ECTS í KT-verkfrøði við 22,5 ECTS í objektrættaðum málum so sum C++ og/ella Java.
Endamál
Android er ein nýggjur opin plattformur fyri fartelefonir grundaður á Linux og við Google sum ein av drívandi mennarunum. Skeiðið gevur tær ástøðiligan kunnleika um platformin og teir lutir sum tilsamans mynda stýriskipanina í Android, umframt praktiskan kunnleika til at menna og íverkseta applikatiónir til Android.
Innihald
- bygnaðurin av Android plattforminum (Linux kernel, Libraries, Android runtime, Application framework, Applications), - gjøgnumgongd av Android Software Development Kit, - menningaramboð til Android, - lívsringrásin fyri eina applikatión í Android, - vanligir byggisteinar (Activites, Views, Intents, Intent Receivers, Services, Content Providers), - trygd og rættindi í Android, - design og íverkseting av grafiskum brúkaraflatum við brúk av XML, - 2D-grafikkur og eginmenning av GUI-komponentum, - nýtsla av ljóð og video í applikatiónum, - goymsla av data (Preferences, Files, Databases), - samskifti yvir netverk, - API´s til staðgrundaðar tænastur.
Læru- og undirvísingarhættir
Fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki: DT031G Applikationsutveckling för Android / DT031G Application Development for the Android Platform
Læruúrtøka
Tá skeiðið er liðugt skal tann lesandi kunna: - gera grein fyri hvussu lutirnir sum mynda stýriskipanina í Android virka, og forklára lívsringrásina fyri applikatiónir í Android, - brúka eitt integrerað menningarumhvørvi (IDE) til at menna applikatiónir til Android, sum brúkarin kann nýta umvegis eina grafiska brúkaraflatu, - goyma data lokalt á fartelefonini við hjálp av innstillingum, fílum og databasum, - brúka ymiskan teknik til at samskifta við applikatiónir í øðrum fartelefonum, - brúka ljóð og video í applikatiónum.
Próvtøkuháttur
Góðkendar (staðið/ikki-staðið) innlatingar telja 4,5 ECTS (I106: 0,5 ECTS + L106: 4,0 ECTS), og ein verkætlan telur 3 ECTS (P106), sum verður dømd eftir ECTS-skalanum til endaligt próvtal fyri skeiðið. Legg til merkis: Tann sum ikki innan 3 vikur frá skeiðsbyrjan hevur gjørt innlating I106, kann missa pláss sítt á skeiðnum.
Lestrarlisti
Grant Allen, Beginning Android, APRESS, 5, 9781430246862, http://www.apress.com/9781430246862 Viðm.: lærubókin kann keypast digitalt beinleiðis frá forlagnum.
Ábyrgd
Hannes Gislason