5035.19 - Innleiðing í FPGA-rættaðari talgildari sniðgeving


Skeiðsnummar
5035.19
Heiti
Innleiðing í FPGA-rættaðari talgildari sniðgeving
ECTS
5
Fortreytir
Góðar førleikar í forritan, Boolean algebra, umframt at fatan av talgildum skipanum og teldu-arkitekturi er ein fyrimunur.
Endamál
At geva eina innleiðing í talgilda elektroniska sniðgeving og hvørji amboð ið krevjast fyri at byggja hesar ringrásir í FPGA’um. Luttakarar fáa neyðugu førleikarnar í at sniðgeva, simulera og implementera einfaldar digitalar ringrásir til FPGA’ir.
Innihald
Transistarin sum ein logiskur skiftil. Implementering av grundleggjandi talgildum lutum: kombinatoriskar ringrásir (skiftlar, portur, uppslagstabellir), skráir (flip-flops), enda-støðu maskinur og datarásir. VHDL hardware-lýsingar-mál. FPGA-tøkni. Design-flow (serlýsing, stigvís fínkan, simulatión, syntesa, implementering og roynd).
Læru- og undirvísingarhættir
Skeið á 3-vikur har dentur er lagdur á undirvísing og royndir í fyrstu hálvu, og bólkaverkætlan í seinnu hálvu.
Læruúrtøka
Luttakari ið hevur uppfylt skeiðskrøvini verður før/ur fyri at: • Kortleggja eina logiska framsøgn fyri eina talgilda ringrás implementerað við at brúka logisk portur, so sum AND, OR, XOR, NOT, NAND og NOR. • Greiða frá atgerð og implementering av grundleggjandi talgildum lutum og øðrum typiskum kombinatoriskum ringrás-byggikubbum (adders, multiplexors, decoders, v.m.). • Ummynda eina lýsing av kombinatoriskum logikki, enda-støðu maskinum og datarásum inn í eina serlýsing við at brúka Booleanska algebra, sannleikatabellir, støðumyndir, v.m., og seta hetta í verk við at brúka VHDL. • Demonstrera grundleggjandi vitan um simulatión og syntetisk amboð til digitalar ringrásir, íroknað førleikan at simulera og syntetisera eina ringrás implementeraða í VHDL.
Próvtøkuháttur
• Luttakararnir skulu møta til undirvísing við í mesta lagi 3 daga fráveru fyri hvønn luttakara tær 3 vikurnar, skeiðið varir. • Luttakarar skulu leggja sínar verkætlan fram við munnligari framløgu, umframt at lata inn eina verkætlanarfrágreiðing.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Uppvarpað tilfar og mgl. annað tilfar ið verður lagt fram undir skeiðnum. Partar av hesari bókini verður viðmælt at lesa: William J. Dally, R. Curtis Harting & Tor Aamodt, Digital Design Using VHDL 1st edition, Cambridge University Press, 2015 ISBN: 978-1-107-09886-2
Ábyrgd
Hannes Gislason