5036.19 - Verkætlan í FPGA-rættaðari talgildari sniðgeving


Skeiðsnummar
5036.19
Heiti
Verkætlan í FPGA-rættaðari talgildari sniðgeving
ECTS
2,5
Fortreytir
Hetta skeiðið er ein víðkan av skeiðnum 5555.19, og luttakarar mugu hava luttikið á tí skeiðnum frammanundan.
Endamál
At geva luttakarunum neyðugu royndirnar í at sniðgeva eina talgilda ringrás á ávísum torleikastigi og implementera tað í VHDL, umframt at sameina tað og koyra tað á einum FPGA.
Innihald
Lesandi skulu antin velja ella uppfinna eina ringrás-lýsing saman við vegleiðaranum, sum tey skulu implementera fyri ein FPGA.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólka-verkætlan við vegleiðing/umsjón.
Læruúrtøka
Luttakari ið hevur uppfylt skeiðskrøvini verður før/ur fyri at sniðgeva og implementera sína egnu ringrás á hóskandi høgum torleikastigi, umframt at sameina tað og koyra tað á einum FPGA.
Próvtøkuháttur
Luttakari skal leggja sína verkætlan fram við munnligari framløgu, umframt at lata inn eina verkætlanarfrágreiðing.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Sama sum fyri skeið 5555.19
Ábyrgd
Hannes Gislason