5010.10 - Innleiðing í teldufrøði


Skeiðsnummar
5010.10
Heiti
Innleiðing í teldufrøði
ECTS
7,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva eina breiða innleiðing í nútímans teldufrøði (computer science) og evnir sum forritanarmál, stýriskipanir og teldubygnaður, algoritmur, forritanar verkfrøði (software engineering), netverk og databasur.
Innihald
Bite, logisk algebra, binerar og hexadecimalar talskipanir. Stýriskipanir og prosessir, teldubygnaður (CPU, RAM, buss), maskin koda og koyring av programmum. Client-server, teldu netverk og protokollir, OSI-modellið, internet (adressur, email, www), hardware og data goymslur (RAM, HD, CD, Tape). Algoritmur, leitingar og sorteringar. Forritanarmál (maskinu-, assembler- og há-stig mál), forritanar hættir, vanlig forritan: variablar, datatypur, datastrukturar, funktiónir og undirprogrammir. Frá kodu til maskin kodu (leksikal analysa, parsing, kodu generering). Menning av forritum, lívrásin hjá forritum, stig í menning av forritum (Analysa - design - íverkseting - testing). Modul, samband og samspæl, topp niður botn upp. Data strukturar: pointarar, array, listar, tráðir, stakkar, bíðirøðir, sjálvgjørdar datatypur. Fílstrukturar: sekvensrættaðir fílar, tekstfílar, index fílar. Databasur: relatiónsdatabasur, SQL.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning.
Próvtøkuháttur
Skrivlig 4 tímars próvtøka við loyvdum hjálparamboðum, galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
Brookshear J. Glenn. Computer Science an overview, Addison- Wesley, latest edition.
Ábyrgd
Petur F. Zachariassen