5011.10 - Innleiðandi forritan við Java


Skeiðsnummar
5011.10
Heiti
Innleiðandi forritan við Java
ECTS
7,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva teimum lesandi eitt gott grundarlag innan nútíðar forritan við Java. Java er eitt nýmótans, logiskt og einfalt objekt-grundað mál, sum ofta verður brúkt í menning av applikatiónum til internetið, til fartelefonir v.m. Skeiðið fer í grundina við almennum og grundleggjandi tættum í forritan, sum t.d. variablar, typur, operatorar, procedurur og funktiónir.
Innihald
Typur, dynamiskir og statiskir variablar, array, strukturar, klassar, markamót, og objektir. Java program strukturur, standard klassar og markamót. Objekt-grundað kravfesting og forritan. Grundleggjandi algoritmur og forritan av teimum í Java.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og venjingar í forritan
Próvtøkuháttur
Skrivlig 4 tímars próvtøka við loyvdum hjálparamboðum, galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
H. Deitel, P. Deitel. Java: How to Program (Early Object Version), 8th Edition, Pearson/Prentice Hall, 2010.
Ábyrgd
Sergei Vorobyov