5016.10 - Teldunetverk og data samskifti


Skeiðsnummar
5016.10
Heiti
Teldunetverk og data samskifti
ECTS
7,5
Endamál
At geva eitt gott innlit í tænastur og data samskifti innan lokal netverk, víðkaði netverk og internet.
Innihald
Inngangur til data samskifti og grundleggjandi hugtøk innan netverk og netbygnað, ring- og pakkakobling, transmissiónsmedia, protokoll-lagdeiling, samskiftisprotokollir TCP/IP v.m., adressering- og routing. Tænastur, bygnaður og datatøkni innan lokal netverk, víðkaði netverk og internet: nýtslulagið, transportlagið, netverkslagið, datalink lagið og fysiska lagið. Telduamboð til greining av datasamskifti yvir netverk.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, ástøðiligar uppgávur og telduvenjingar.
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
J. F. Kurose, K. W. Ross: "Computer Networking – A Top-Down Approach", 5th ed. Addison-Wesley, Pearson, 2010. ISBN-13: 978-0-13-607967-5; ISBN-10: 0-13-607967-9.
Ábyrgd
Hannes Gislason