5017.10 - Stýriskipanir


Skeiðsnummar
5017.10
Heiti
Stýriskipanir
ECTS
7,5
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at geva eina innleiðslu í grundleggjandi hugtøk og hættir til bygnað av nútíðar teldustýriskipanum, t.d. Linux og Windows, sum vera kannaði, greinaði, samanborin og royndir gjørdar við.
Innihald
Bygnaður av stýriskipanum, uppgávur, minni, goymslu-umsiting, uppgávu-samskifti, uppgávu-samskipan og tíðarstýring, virtuelt minni, paging, verja, umbýting og umbýtingar-hættir, caching, trygd og verja av telduskipan, gjøgnumgongd av dømum. Venjingar við Linux, parallel forritan, synkronisering, virtualisering, telduhópar, teldu-skýggj.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávuloysn.
Próvtøkuháttur
Skrivlig 4 tímars próvtøka við loyvdum hjálparamboðum, galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
Abraham Silberschatz, Peter B. Gavlin, Greg Gagne, Operating System Concepts, 8th ed., 2010 (International Paperback Student Edition), John Wiley & Sons Inc., ISBN-13: 978-0-470-23399-3.
Ábyrgd
Sergei Vorobyov