5019.10 - Støddfrøði 1 til Kunningartøkni


Skeiðsnummar
5019.10
Heiti
Støddfrøði 1 til Kunningartøkni
ECTS
7,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er at geva studentunum eina innleiðslu í diskreta støddfrøði við atliti at nýtslu í teldufrøði, við tí fyri eyga at geva eitt gott ástøðiligt grundarlag fyri víðari arbeiði.
Innihald
Grundleggjandi støddfrøðiligt háttalag, logikkur, teljutrupulleikar, relatiónir, funktiónir, ordan, trø, grafar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning.
Próvtøkuháttur
Skrivligar verkætlanir og multiple choice royndir gjøgnum skeiðið. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
Kolman, Busby, and Ross: Discrete Mathematical Structures, 6th Ed., Pearson Education. Chapters 1-8, and weeklies and notes.
Ábyrgd
Gunnar Restorff