5021.10 - Hagfrøði fyri KT-verkfrøðingar


Skeiðsnummar
5021.10
Heiti
Hagfrøði fyri KT-verkfrøðingar
ECTS
7,5
Endamál
At læra studentarnar grundleggjandi hagfrøði, sannlíkindarokning og kanningarhættir til at útvega og greina hagtøl í KT-høpi og til at brúka hóskandi telduamboð til endamálið.
Innihald
Frágreiðandi hagfrøði. Sannlíkindi og stokastiskir variablar. Diskretir tættleikar, binomial- og poisson-býtið. Kontinuerir tættleikar, normalbýtið. Tilvildarlig sýnistøka og sýnistættleikar. Punkt- og interval-estimatión. Hagfrøðilig modell og test av hypotesum. Korrelatión, linjurøtt regressión og einvegis variansanalysa (ANOVA), t-test og chi-kvadrat test, styrki av testum (power), stór og smá sýni. Planlegging av kanningum, handfaring og viðgerð av mátingum til at royna og eftirmeta KT-skipanir.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, sjálvlestur og smærri uppgávuloysn. Tvær kravdar stóruppgávur skulu latast inn um grundleggjandi hagfrøði og hagfrøðisligar greiningar, sum hava vit KT-skipanir at gera.
Próvtøkuháttur
Skrivlig og/ella munnlig próvtøka. Hjálpiamboð loyvd. Stóruppgávurnar eru partur í dømingini. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
G. Jay Kerns: Introduction to Probability and Statistics Using R, sum er tøk á netinum kann takast niður her (IPSUR). Jane Horgan: Probability with R: An Introduction with Computer Science Applications Wiley-Blackwell; New edition (25 Nov 2008) ISBN-10: 0470280735 ISBN-13: 978-0470280737
Ábyrgd
Petur F. Zachariassen