5024.10 - Algoritmur og datastrukturar


Skeiðsnummar
5024.10
Heiti
Algoritmur og datastrukturar
ECTS
7,5
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at venja tey lesandi við grundleggjandi evni, tól og hugtøk, sum vera brúkt til menning og greining av algoritmum. At geva grundarlag og førleikar til at menna nýggjar og effektivar algoritmur.
Innihald
Innseting, samanseting, skjótt sorterandi algoritmur, leiting, algoritmur til útveljing, grundleggjandi datastrukturar, array, listar, trø, heaps og hash-talvur. Háttaløg til loysn av endurtøkum, Master hátturin. Sløg av algoritmum: divide-and-conquer, greedy, dynamisk forritan. Venjingar í loysn av trupulleikum við algoritmum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávuloysn..
Próvtøkuháttur
Skrivlig 4 tímars próvtøka við loyvdum hjálparamboðum, galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
• Introduction to the Design and Analysis of Algorithms, Anany V. Levitin, Villanova University, 2011 (Third Edition), Addison-Wesley
Ábyrgd
Qin Xin