5025.10 - KT-verkætlan


Skeiðsnummar
5025.10
Heiti
KT-verkætlan
ECTS
7,5
Endamál
Endamálið við hesum verkætlanar-skeiði er at fáa eitt gott innlit í eitt ávíst KT-øki so sum forritanar verkfrøði, KT-tøkni ella teldufrøði, gera kanningar og menning innan evnið og at gera eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing, sum verður løgd fram á einari munnligari próvtøku. Hetta gevur royndir við verkætlanararbeiði og við val av evnum, sum fyrireiking til bachelor verkætlanina.
Innihald
Evni vera vald av teimum lesandi í samráði við vegleiðarar. Skeiðið kann eisini brúkast til smærri verkætlanir í samstarvi við vinnuna.
Læru- og undirvísingarhættir
Verkætlanar-arbeiði við sjálvlestri og bólkaarbeiði. Ein skrivlig verkætlanar-frágreiðing verður kravd.
Próvtøkuháttur
Munnlig framløga av verkætlanar-frágreiðing. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
Verður avgjørt seinni (to be decided).
Ábyrgd
Petur Zachariassen