5028.12 - Verkætlanarleiðsla


Skeiðsnummar
5028.12
Heiti
Verkætlanarleiðsla
ECTS
7,5
Fortreytir
Miðnámsprógv við B-stigi í støddfrøði
Endamál
At geva eitt grundleggjandi innlit í viðkomandi amboð og háttalag innan verkætlanarleiðslu við tí fyri eyga at leggja til rættis og gjøgnumføra verkætlanir. At skilja leiklutin, sum verkætlanarleiðarin hevur og hvørjar uppgávur viðkomandi eigur at loysa. At skipa eina verkætlan á ein sjálvstøðugan hátt, at leggja fram fyri onnur og fáa eftirmeting
Innihald
Projekteyðkenni: Generelt og fyri KT projekt, projekttilgongdin (‘Waterfall, Spiral, Agile’), ‘scope’. Projektleiðarin: Samskiftis- og leiðsluháttir, projektskipanin, projekttoymið og projektumhvørvið (mentan og politikkur). Projektgongdin: Specifikatións-fasan, mál, ‘to-do list’, ‘Working Breakdown Structure’, ‘Work packages’, ‘Network diagrams’, veitingar og ‘releases’, mílapelar og stýring. Projektgreiningar: Vandamálsgreining, greining av áhugabólkum, kostnaðarætlan (‘cost benefit, breakeven’), góðskuætlan/stýring (‘reviews/audits’), tíðarætlan (GANTT).
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar. Venjingar við ’cases’ – loysa trupulleikar, problemorienterað. Skipa projektætlan í bólkum. Studentaframløgur.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið skal studenturin vera førur fyri at: Greina ‘scope’, vandamál, áhugabólkar og tíðarnýtslu fyri verkætlanir. Estimera kostnaðir fyri verkætlanir. Tilrættisleggja verkætlan við støði í hentum verkætlanaramboðum, sum eru viðgjørd í skeiðstilfarinum. Greina hentar leiðslu- og samskiftisháttir sum verkætlanarleiðari eigur at fyrihalda seg til í mun til verkætlanarumstøður og tilfeingi.
Próvtøkuháttur
Tvær innlatingar til góðkenningar áðrenn próvtøku. Ein próvtøkuverkætlan, sum vigar 40% í mun til próvtal. Munnlig próvtøka: verkætlan verður løgd fram og eftirmett (30%) og eftirmeting av ástøðiliga kunnleikanum til próvtilfarið innan verkætlanarleiðslu (30%).
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Projektledelse Teori & Praksis, partur 1-5, Bjarne Kousholt, 2012. Project Management for Information Systems, Ch. 6, 7 + 8, James Cadle & Donald Yeates, 2008. Kompendium: IT projektledelse & Software produkter, Peter Looms & Claus S. Friis, 2011: Agile Development, The Mythical Man Month, Stakeholder Analysis
Ábyrgd
Hannes Gislason