5029.10 - Fíggjarstýring


Skeiðsnummar
5029.10
Heiti
Fíggjarstýring
ECTS
7,5
Endamál
At definera hugtøk og bólking av útreiðslum og inntøkum, teoretisk og praktisk model fyri úrslitsmetingum, produktútrokningum, fíggjarætlanir og fíggjarststýring.
Innihald
Hetta skeið kann sýggjast sum ein innleiðing til fíggjarstýrings skipanir í virkjum og tað inniheldur bæði teoretisk og praktisk evnir. Skeiðið byrjar við definitión og klassifikatión av grundleggjandi búskaparligum hugtøkum. Síðani verður kannað hvussu hesi hugtøk vera brúkt til greining av fíggjarligum úrslitum og lønsemi hjá virkjum. Ein stórur partur av skeiðnum inniheldir teoretisk model og praktiskar metodur til úrslits-planlegging, vøru útrokningar, úrslits fíggjarætlan og innanhýsis kontrol. Áhersla verður løgd á samanspælið ímillum informatión, greining, planlegging og uppfylging.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar og uppgávurokning.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka ella døming av eini uppgávu-rapport. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
Verður avgjørt seinni (to be decided). (Ax, C. Johansson, C. Kullvén, H, Den nya ekonomistyrningen, Liber, latest edition. Ax, C. Kullvén, H., Den nya ekonomistyrningen. Exercise book, Liber, latest edition.)
Ábyrgd
Petur Zachariassen