5030.10 - Design mynstur við C++


Skeiðsnummar
5030.10
Heiti
Design mynstur við C++
ECTS
7,5
Endamál
At geva eina innleiðing í designmynstur, sum eru almennar loysnir til afturvendandi trupulleikar innanfyri menning av software. Brúk av designmynstrum viðger endurnýtslu av bæði design og kodu, og minkar tí um menningartíðina av nýggjum og betri skipanum.
Innihald
- Objektrættaði hugtøk, samband ímillum typur, markamót og klassar - UML-skrivihættir - ymisk sløg av designmynstrum - vanlig designmynstur frá teimum ymisku sløgunum - íverksetan av designmynstrum í C++
Læru- og undirvísingarhættir
WebCT, fjarlestur frá Mittuniversitetet, Svøríki
Próvtøkuháttur
Skrivlig web-próvtøka telur 3 ECTS og innlatingar telja 4.5 ECTS. Hjálparamboð loyvd. Galdandi próvtalsstigi verður nýttur.
Lestrarlisti
Alan Shalloway, James Trott, Design Patterns Explained, Addison Wesley, second edition, ISBN 0321247140 Gamma E, Helm R m.fl, Design Patterns, Addison-Wesly, ISBN 0201633612
Ábyrgd
Hannes Gislason