5070.10 - Bachelor verkætlan


Skeiðsnummar
5070.10
Heiti
Bachelor verkætlan
ECTS
22,5
Endamál
Bachelorlesturin verður lokin við at gera eina verkætlan um eitt valt evni í KT-verkfrøði og skriva eina samanhangandi og greiða frágreiðing um arbeiðið. Frágreiðingin skal verða skipað sambært vanligum reglum í vísindaligum frágreiðingum.
Innihald
Evni vera vald av teimum lesandi í samráði við vegleiðarar. Verkætlanin umfatar eina útgreinda lýsing og viðgerð av tillutaðu verkætlannaruppgávuni, mátingar við mátitólum, um tað er viðkomandi, savn av tilfari, greining av spurningum, og møguliga gerð ella kanning av skipan ella telduforriti. Ein víðfevnd ritgerð verður skrivað, og skal hon innihalda viðkomandi tekst, myndir, talvur, samandrátt, innihaldsyvirlit, indeks, og ein lista yvir tekn. Ritgerðin skal umfata skildømandi og víðfevnda umráðingar og viðgerð við niðurstøðum um úrslit, umframt samanberingar við áður vunnin úrslit, t.d. viðgjørd í faklium og vísindaligum tilvísingum. Ein stuttur ikki-serfrøðiligur samandráttur, ein hálva A4 síðu í stødd skal skrivast á føroyskum og á enskum. Ritgerðin verður skrivað á máli, ið semja verður gjørd um millum ábyrgdarlærara og student, vanliga á føroyskum, einum øðrum norðurlendskum máli ella enskum.
Læru- og undirvísingarhættir
Verkætlanar-arbeiði við sjálvlestri og bólkaarbeiði. Leiðbeining og kjak av verkætlanini. Alt arbeiðið skal verða avrikað innan fyri tíðarkarm uppá 16 vikur, og ein evsta freist fyri innlating av B.Sc-ritgerð verður sett
Próvtøkuháttur
Meting av skrivligari ritgerð, umframt munnligari framløgu og persónligari verju av ritgerðini. Próvtøkuúrslit sambært galdandi próvtalsstiga.
Lestrarlisti
Allar viðkomandi greinar, bøkur, savn av dátum og instrumentering, dokumenterað forrit (any relevant papers, textbooks, collection of data, and instrumentation, documented software).
Ábyrgd
Petur F. Zachariassen